Thursday, October 6, 2011

Vallistin 6 - Hetta fer út til alt Føroyar

Swangah Dangah hava gjørt og framføra dagsins politiska listaverk "Úr bygd í bý". Tríggir ungir mans úr Svanga í Havn manna bólkin, teir eru: Ragnar Davidsen, Steen Rói Lorenzen og Kári Damsbo. Hugburðurin tykist tjóðskaparligur við ungdómsligum fuckfinguri til tey, sum ætla at blanda seg uppí eitt nú føroyskt grindadráp. Niðurlagið ljóðar: "Hetta fer út til alt Føroyar, átjan oyggjar, vit liva og doyggja har..."