Sunday, October 23, 2011

Heystkonsert við Aldubáruni





Heystkonsert við Aldubáruni verður í Listahøllini á Skipasmiðjuni í Tórshavn sunnudagin 23. oktober kl. 16.00. Aldubáran, ið hesuferð er mannað við Angeliku Nielsen, bratsj, Christinu Andersen, fagott og Ólavi Jakobsen á gittara, fara at framføra tónleik eftir m.a. argentiska tango-tónaskaldið Astor Piazzolla, blandað við tónum eftir Wiliam Heinesen, Francisco Mignone og Kristian Blak. Ein sera fjølbroytt skrá við solo- og samanspæli, ið rættiliga kemur til sín rætt í framúr akkustikkinum í stóru høllini í grøna bygninginum úti á Rundingi í Havn. Tónleikararnir greiða sjálvir frá um tónleikin. Konsertin varir í slakan tíma.
Innan og eftir konsertina býðst høvið, at skoða listarverkini, ið eru á Heystframsýningini 2011