Tuesday, October 4, 2011

Bókmentalig stórhending upp í royk?

Vónirnar vóru annars frálíka góðar og stórar, tá boðað var frá stórhending fyri føroyskar bókmentir, at Ísland, sum er heiðursland á stóru bókamessuni í ár í Frankfurt hevði boðið Føroyum við á bókamessu. 


Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, sum sambært heimasíðuni hjá Mentanargrunni Studentafelagsins skipaði fundin fyri einum ári síðani, har høvuðsskiparin fyri íslendska tiltakinum, Halldór Guðmundsson, vegna íslendska mentamálaráðið bjóðaði at stuðla føroyingum við øllum teirra serkunnleika, um føroyingar vildu luttaka. Føroyska mentamálaráðið tók av innbjóðingini og setti eina nevnd at velja 10 ritverk út at umboða føroyskar bókmentir. Nevndin valdi: Gunnar Hoydal: Undir suðurstjørnum 1991, Carl Jóhan Jensen Ó - søgur um djevulskap 2005, Jóanes Nielsen Glansbílætasamlararnir 2005, Oddvør Johansen Í morgin er aftur ein dagur 1999, Hanus Kamban Pílagrímar 2001, Sólrun Michelsen Tema við Slankum 2007, Tóroddur Poulsen Útsýni 2009, Jógvan Isaksen Norðlýsi 2009, Bárður Oskarsson Ein hundur ein ketta og ein mús 2004. Andras Mortensen Hin føroyski róðrarbáturin 2000. 


Í mun til hvussu nógv at byrja við varð gjørt burtur úr hesi stórhending fyri føroyskar bókmentir, er tað rættiliga løgið hvussu lítið hevur verið kunnað um málið síðan úrvalið varð almannakunngjørt. Eisini hava atfinningarsamar røddir verið at hoyrt innan bókmentaumhvørvið, sum finnast at handfaringini hjá Mentamálaráðnum, ið upprunaliga setti 300.000,00 krónur av til verkætlanina.


At luttaka á eini tílíkari bókamessa er eyðvitað annað og meira enn at leggja nakrar týddar bøkur á eitt borð á útlendskari bókamessu. Her skal reklamerast og kunnast og her skulu allar tær kontaktir, sum høvundarnir liggja inni við, tránýtast. Vit kunnu sjálvandi vóna, at ymsar fyrireikingar verða gjørdar handan leiktjøldini, men nú tað ikki er nógv meira enn ein góð vika er eftir til heimsins størsta bókamessa letur upp, undrar tað okkum, at eingin víðari kunning er komin um fyrireikingarnar frá Mentamálaráðnum. Hendir nakað ella er bókmentaliga stórhendingin í vanda fyri ikki at henda?