Saturday, August 6, 2011

Kenslubornar myndir í Smiðjuni

Fríggjadagin 5.august læt upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við myndum hjá Elin Josefinu Smith og góðum tónum frá Kaj Klein og Henrik Jespersen. Elin Smith er ikki ókend innan føroyska listaumhvørvið, tí hon hevur málað og teknað í mong ár. Hennara listarliga karriera hevur kanska ikki verið so snórabein sum hjá onkrum øðrum, men vit hava áður upplivað myndir hjá henni, ið hava boða frá sterkum listagávum.

Elin Josefina Smith hevur gingið á Billedskolen á Jagtvej í Keypmannahavn har t.d. eisini Øssur Johannesen og Jensina Olsen hava gingið. Stílurin í myndunum hjá Elin kann kanska plaserast onkrastaðni millum, kubismu, fauvismu, litríka naivismu og outsider art, men Elin J.Smith er ikki so at seta í bás. Hon er fyrst og fremst sín egna. Har er einki pátikið við hennara myndum, sum tessvegna eru herliga reinsaðar fyri at royna at líkjast list. Hon er so mikið original, at eg minnist ein annan originalan listamann (sum eigur yrkingarnar á hennara fína ævinleikakalendara) stúra fyri, at hon fór at missa seg sjálva burtur, tá hon skuldi byrja á Billedskolen á sinni. Men Elin Josefina Smith er enn egin. Myndirnar eru ymiskar og nógvar teirra tykjast merktar av einum upprunaligari, næstan primitivari megi við ógvusligum pensilsstrokum, sum tíðum ikki uppføra seg sum vóru tey partur av einum málningi, men sum meira minna um upprunakendar tekningar við pensli á lørift. Hesir málningar eru ekspressivir, kenslubornir og kærleiksfullir sum miðsavnaðar sinnistøður av gleði, sorg, stuttleika og sálarneyð. Framsýningin varir til týsdagin, opið er hvønn dag frá klokkan 15.00 til 19.00 í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Jan Andersson tók fotomyndirnar.
















































(KP)