Tuesday, August 23, 2011

Í atelierinum hjá Amariel


Nú ein dagin var Listin inni á gólvinum hjá Amariel Norðoy í atelierinum í Lambagerði 1. Amariel hevur sum altíð nokk at gera. Hann hevur ferðast í summar og var í vár í London og framsýndi í Wimbledon Fine Art. Fyri fleiri árum síðan, tá ediliga men nú sálaða ávísin Fregnir enn var til skrivaði eg ein stubba um Amariel Norðoy í sambandi við, at hann tók lut á framsýning í Den Frie í Keypmannahavn, umframt at hann hevði serframsýning í Galerie Focus, sum tá var niðri í býnum.

Monomani eitur ein frálík yrking hjá danska yrkjaranum I.P.Jacbsen, og tað er júst henda yrkingin, sum kemur til hugs, tá tú fyri aðru ferð innan stutta tíð fært høvið at uppliva bláblaktrandi myndaheimin hjá Amariel Norðoy. Yrkingin byrjar soleiðis: "Jeg er gal / Men jeg kender mit vanvid, / dets ophav og dets væsen. / Jeg er gal, og nu vil jeg synge...". Tað er endurtøkan, ið undrar og hugtekur. Hvat í allari víðu verð er tað við ljósinum í Mikladali, sum er so áhugavert? Hví blívur Amariel við at mála tað sama? Og hví bleiv Monet við at mála sín urtagarð í Giverny?

Hetta og okkurt annað stóð at lesa í Fregnum nr 34. Síðan hevur Amariel dyrkað tað sama myndevnið aftur og aftur, men seinnu árini síggjast fólk aftur í myndum, sum  hann kallar "Útróðrarbørn - Sálmar lívsins" og sum snúgva seg um barnaminni frá uppvøkstrinum í Klaksvík, har pápin róði út við Norðan KG 334.

Tað er sum kunnugt í atelierinum, at myndlistin verður til og áhugavert er altíð at sleppa at kaga inn í tílík skapanarumhvørvi. Her eru myndir úr atelierinum hjá Amariel. Á vegginum millum skitsur, postkort og fotomyndir hongur einastaðni eitt pappír við onkrum, sum Bergur Jacobsen, prestur hevur skrivað um barnaárini í Klaksvík:

"Vit vóru útróðrarbørn - havið og ríkidømið tess átti lívið í okkum. Uttan mun til um faðirin var útróðrarmaður ella ei, so búleikaðust vit kring víkina, tí vit høvdu hjallin á sjónum  havið var lívið!... vit andaðu sjóvarfall, mánan og mysing, høgætt og lágætt, og blankur fiskur á brúnni og á vektini hjá Mikkjali Petur, var ein trygd fyri morgindegnum... Vit sungu sálmar lívsins, tí vit stúrdu, tá teir fóru... havið gevur og havið tók.. og vit gleddu okkum til at fara á støð... har var hugni og ein farri av veitslu, hvørja ferð teir fingu fong. Vit sungu lívsins sálmar, tí mammurnar vóru fegnar, tá teir komu aftur, tí einki var ein sjálvfyglja, tí sólin eisini skein, og góðveðursløtur avloystu ódn, tí ta eisini var stuttligt at vera barn, tí norðlýsið var so vakurt og kavin so hvítur... vit vóru útróðrarbørn. KG 334 var størri enn lívið, og tað er hann onkursvegna enn!"


Eitt sindur av bláum...

Ein skitsa hjá Amariel

Í atelierinum

Ein bláur málningur við eyðkendu dynamisku strikunum hjá Amariel


Veggur við skitsum

Myndir á vegginum

Picassomynd og ein fotomynd av Amariel millum Janus Kamban og Ingálv av Reyni

Amariel hugleiðir um teir farnu

Amariel vísir mær eina ikon hjá Anker Mortensen

Bøkur eru umráðandi at hava í atelierinum

Nógvar myndir og bøkur og tónleikaáhugin er stórur




(KP)