Tuesday, August 16, 2011

Hansina Iversen – Undurfullur ræðuleiki


Leygardagin 20. august kemur bókin ”Hansina Iversen – Undurfullur ræðuleiki” út. Í tí sambandi er eisini framsýning við grafiskum verkum eftir Hansinu Iversen í Steinprent á Skálatrøð.

Í bókini eru brot úr samrøðum, sum Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, hevur havt við Hansinu Iversen seinastu mongu árini. Samrøðurnar geva eitt einastandandi innlit í heimin hjá listakvinnuni og í teir tankar, sum eru støðið undir hennara list. Samrøðurnar leita djúpt inn í tann abstrakta listaheimin og snúgva seg eitt nú um ta undran, sum bylgist í sinninum, tá tú stendur frammanfyri einari mynd eftir Hansinu Iversen.

Í bókini eru eisini 85 vøkur verk og fleiri smáir tekstir um Hansinu Iversen.

Á framsýningini ber til at uppliva listina hjá Hansinu Iversen. Her ber til at undrast, at gera sær sínar egnu tankar um listina og kanska – eins og rithøvundurin - bergtakast av Hansinusa myndaheimi.

Í formælinum skrivar Inger Smærup Sørensen um listakvinnuna:
”Samanspælið millum heimin og andan og millum náttúruna og menniskja er kanska høvuðsinnihaldið í føroyskari list. Føroysk listafólk hava í fleiri ættarlið leitað eftir myndum, ið kunnu lýsa skaplyndi, stemningar og kenslur sum náttúran vekir í teimum, og tey hava leitað eftir formum í náttúruni, sum kunnu nýtast til at granska og lýsa síni sálarstríð. Hansina Iversen tykist tó hava minni tørv á hesari framsøgn. Bæði heimurin og andin og bæði náttúran og menniskja eru til staðar í myndum hennara, men bert sum fjar spor ella ábendingar.Styrkin í list hennara er ikki fyrst og fremst vunnin við gransking av sær sjálvari og hennara samskifti við umheimin, men kanska heldur við granskingini av tí abstrakta. Linja og litir eru avgerandi í listini hjá Hansinu Iversen. Listakvinnan hevur strikað øll spor frá veruleikanum, hon hevur skilt alt týdningarleyst burtur úr myndini, og í staðin skapað eitt formkonsentrat. Við at halda fast í týdninginum av sambandinum ella samanspælinum millum linju og lit, noyðir hon okkum at avvísa hugmyndina um list sum eftirgerð, og í staðin verða vit tilvitað um reinar estetiskar hugleiðingar. Vit verða tilvitað um kjarnin í forminum, greiðu linjunar og dýpd litsins, og vit uppliva um somu stund tað kraftmikla, tað varisliga, andartakið og tað livandi. Hansina Iversen hevur harvið prógvað, at samanspælið millum linju og lit er eins máttmikið og enigmatiskt og óendaligt, sum samanspælið millum heimin og andan, ella millum náttúruna og menniskja.”

Inger Smærup Sørensen letur framsýningin upp og bókin verður løgd fram. Hansina Iversen verður eisini hjástødd, og bæði listakvinna og rithøvundur kunnu skriva í bókina. Undurfullur ræðuleiki kostar 220 kr.

Framsýningin letur upp leygardagin 20. august kl. 15 og er opin til 7. september.
Øll er vælkomin