Thursday, August 11, 2011

Dimma avdúkar






Vóru vit perfidar og smáligar kundu vit fingið nógv forargilsi burtur úr týsdagsdimmuni, har tað verður avdúkað, at tað er Tróndur Patursson, sum hevur gjørt Nólsoyarpáll í Vágsbotni og at tað er Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt kvinnustandmyndina við Keypsamtøkuna í býnum. Tá høvdu vit helst eisini av handahógvi brokka okkum um raðfestingina av mentanartilfari í fjølmiðlunum og teirra almennu vitan sum heild og kanska kundi mann enntá gjørt sær beinleiðis dælt av hesum listarliga dimmubummara og háða vantandi forstáilsið fyri serfrøðingavitan í okkara samfelag. Men lukkutíð eru vit hvørki perfidar ella smáligar her á listablogginum, so vit lata okkum lynda við stillisliga at staðfesta, at Nólsoyarpáll sjálvandi er listaverk hjá Hans Paula Olsen og at Andrias Andreassen hevur gjørt kvinnustandmyndina. Her eru nakrir tekstir um teirra verk:

Hans Pauli Olsen (1957)



Hans Pauli Olsen er okkara størsti núlivandi myndahøggari, hann er gávaður við einum fantastiskum ansi fyri rúmi og formi. Her eru nakrar hugleiðingar um hansara verk.

Ein eygleiðing festir seg við viðurskiftini millum tað hvílandi, tað berandi og tað borna, sum eru grundleggjandi reglur í tí klassisku rúmfatanini, og eisini er tað grundleggjandi í verkunum hjá Hans Paula Olsen. Hóast Hans Pauli Olsen nýtir hesar klassisku viðtøkur, brýtur hann tær eisini. Knappliga er okkurt har, ið stingur út undan, okkurt sum stingur út í rúmið, okkurt har ov nógv verður gjørt av ella verður broytt. At upploysa bygnaðin á henda hátt er áhugavert, tí tað vísir, hvussu samansett okkara fatan av tí rúmliga veruleikanum er. Tá ið tær fysisku lógirnar ikki verða hildnar, soleiðis sum tað ofta sæst í verkunum hjá Hans Paula Olsen, haldi eg, at hann vísir okkum eitt slag av úrdrátti av okkara sjónligu upplivingum av veruleikanum. Sjónligar upplivingar, sum verða órógvaðar av, at vit flyta okkum, meðan vit hyggja, at vit hyggja úr ymsari frástøðu o.s.fr.

Eg havi eina aðra eygleiðing, ið viðger uttasta lagið á standmyndini. Hans Pauli Olsen arbeiðir sera spennandi við sínum yvirflatum. Ofta sæst modelleringin væl og fingramerkini hjá listamanninum koma sera væl til sjóndar, eins og vilja tey minna okkum á, at standmyndin er mannagjørd. Úrslitið verður sjálvandi, at alt eftir um yvirflatin er sløtt ella ruflut, so broytist ljósið eftir tí og haraftrat ber til hjá listamanninum at royna seg við ymsum tilfari við ymiskari taktilari góðsku, tilfar sum er ymiskt at nerta við. Ójavni yvirflatin tykist eisini at táma markið millum standmyndina og rúmið uttanum, og tað ger okkum óviss um, hvar standmyndin endar og hvar veruleikin byrjar.

Eg havi eisini lagt til merkis, at standmyndirnar hjá Hans Paula Olsen spæla sær við tann tveydimensjonala flatan. Um vit hyggja at summum standmyndum úr einum ávísum sjónarhorni, kunnu tær tykjast at vera ein heilur flati. Í nøkrum standmyndum hevur hann teknað við fingrinum í yvirflatan og bendir uppfatanina á henda hátt til ta tveydimensjonalu teknilistina. Og í øðrum standmyndum arbeiðir Hans Pauli Olsen við óítøkiligum hugtøkum sum skuggum og spegilsmyndum, sum á ein hátt eisini eru ein flati. Eg giti, at tá Hans Pauli Olsen ger tveydimensjonal fyribrigdi trídimensjonal, sum jú er júst tað øvugta av tí kubistisku meginregluni, er orsøkini helst, at listamaðurin vil vísa, at standmyndin er ein heilaspuni. Standmyndin sigst vera nærri veruleikanum enn myndin, men er í roynd og veru eins stórur heilaspuni, og tað vísir Hans Pauli Olsen okkum, tá hann kemur við sínum tilvísingum til flatan.



Andrias Andreassen (1957)



Myndhøggaralistin er ikki eins vanlig list sum málningalistin her á landi, og fleiri hava gitt um, hví so man vera. Vanligasta hugsanin er, at í einum landi við so vøkrum fjøllum torir listafólkið ikki at kappast við Guds skaparverk. Eg taki ikki fult undir við hesi hugsan, tí so áttu listamálararnir á sama hátt sum myndahøggararnir at víst eyðmýkt mótvegis náttúruni. Og ta eyðmýkt hava listamálararnir als ikki. Mín hugsan er meira grundað á tann veruleikan, at orsøkin heldur man vera, at tað at evna eina standmynd er ein tyngri, longri og dýrari arbeiðsgongd enn at mála. Tí eri eg ikki heilt vís í, at tað í veruleikanum eru so fáir myndhøggarar her í landinum, um vit samanbera okkum við onnur lond. Tað eru bara so nógvir listamálarar her í landinum. Áðrenn eg sigi tað vera ósatt, at myndhøggararnir vísa ein størri eyðmýkt mótvegis náttúruni enn listamálararnir, má eg beinanvegin siga, at myndhøggararnir ikki knýta seg so beinleiðis til náttúruna, sum listamálararnir gera. Í hvussu so er hevur Andrias Andreassen ongantíð landslagið sum motiv, ístaðin snúgva verk hansara seg nærum einans um menniskjað. Og ikki einans her brýtur hann frá sínum starvsfeløgum innan myndlistina.

Tí meðan listamálarar í hansara ættarliði nærum einans arbeiða við einum ekspressivum skapanarhátti, arbeiðir Andrias Andreassen við einum heldur strongum, klassiskum sniði.

Andrias Andreassen endurgevur tað fullkomna, klassiska, fyrimyndarliga menniskjað. Verkini eru figurar í hvílandi, nátúrligari støðu, ofta í tí klassiska kontraposto, har figururin hvílir á øðrum beininum og boyggir hitt beinið eitt sindur, so figururin fær eyðkenda hallið í mjødnini og økslini. Andlitini í standmyndunum vísa ongar kenslur, men heldur ein serligan, tignarligan frið. Sjálvt um standmyndirnar hjá Andriasi Andreassen sjálvandi eru nútíðar tulkingar av tí klassisku siðvenjuni, so lúka allar hansara standmyndir tey klassisku krøvini, um at alt skal vera anatomiskt rætt, og at harmoniur, javnvág og friður skal valda.

Tí er tað ein sjálvsagt at spyrja, hvat hesar klassisku meginreglur hava at bjóða okkum í dag. Og tað er rættiliga einfalt at svara. Tær klassisku meginreglurnar hava nøkulunda tað sama at bjóða okkum í dag, sum tær høvdu á døgum Platons. Tær bjóða okkum skilvísi í okkara tilveru, og tær bjóða okkum frið og harmoni í einum fløktum heimi. Tí sambært Platon gevur stev, samsvar, lutfall og harmoni okkum eina fatan av skilinum í heiminum. Vit kunnu ásanna skilvísið, tað sanna og tað góða og ikki at gloyma, vit kunnu fáa skil á okkara egnu hugsanum. Og tað man jú vera eins neyðugt og viðkomandi hjá nútíðar menniskjum, sum tað var fyri menniskju í gamla Grikkalandi.




(IS)