Sunday, July 31, 2011

Ólavsøkurøðan 2011



Herfyri endurgóvu vit mentanarbrotini úr ólavsøkurøðunum seinastu 10 árini. Hesi vóru orðini, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevði at bera í ólavsøkurøðuni í ár:


"Føroyar verða marknaðarførdar í nógvum átøkum í øðrum londum í tøttum samstarvi við vinnu- og mentanarlív. Tað snýr seg um handilsferðir, keypsstevnir og tiltøk, har vørur, mentan, sniðgeving, tónleikur og Føroyar sum ferðamál verða marknaðarførd."

"Vit hava lagt stóra orku í at gera íløgur í útbúgving, gransking og mentan. Umráðandi er at halda fast við hesa gongd, hóast úrslitini ikki síggjast eftir einum degi."

"Lógarbroyting er framd, sum gevur ítróttar- og mentanarfelagsskapum, kirkjum og samkomum møguleika fyri at fáa endurrindað MVG-útreiðslur til bygging. Hetta er eitt gott ískoyti, ið tryggjar, at fleiri verkætlanir kunnu gerast veruleiki."
  
"Peningur er settur av til at fyrireika nýtt tjóðleikhús. Stuðul er latin til langhyl í Suðuroy, ítróttarhøll á Sandi og verkætlanina SALT á Drelnesi. Søvn okkara eru nú samskipað í stovnin Søvn Landsins, sum hýsir einum stórum parti av okkara felags mentanararvi og undirstøðukervinum hjá okkara útbúgvingar- og granskingarstovnum."

http://listinblog.blogspot.com/2011/07/10-ar-vi-mentan-i-olavskurunum.html