Friday, June 3, 2011

Søguferð á Mentanarnáttini - Ein øðrvísi og ørur busstúrur í Havn

Ein rótføroyskur brellbiti til likam og sál


Mentanarnáttin 2011 3. juni í Havn.

Eitt spildurnýtt, øðrvísi og forvitnisligt tiltak verður á skránni. Søguferðin er ein býarbussur, sum koyrir eina øðrvísi rundferð í og rundan um Havnina. Á ferðini hendir ymiskt. Steðgað verður við ávís støð. Smáar framførslur verða her og har. Skaldabrot av mætum føroyskum høvundum verða at hoyra, umframt at ALT hugsandi og óhugsandi kann stingast upp á hesi bussferð. Eitt tyssi av poetiskum og pussigum søgum og upplivingum. Til síðst verður farið til eitt hugnaligt stað miðskeiðis í Havn, har okkurt gott føroyskt verður at leggja á tunguna.

Bussferðin byrjar á Kongabrúnni kl. 19 og aftur kl. 21.

Ein heildaruppliving við væluppløgdum sjónleikarum, tónleikarum, yrkjarum og góðum mati fyri einans 200 kr. Atgongumerki kunnu keypast í Kunningarstovuni í Havn tlf. 30 24 25 og við bussin, tá farið verður av Kongabrúnni.

Fyriskiparar eru leikarar úr Tjóðpalli Føroya.