Saturday, June 4, 2011

Paradís á jørð

Bosch: Garden of Earthly Delights

Hildið verður ofta fyri, at hetta er paradís á jørð. Ikki bara orsakað av stórslignu náttúruni og gitna føroyska blíðskapinum, sum ferðandi eru so íðin at rósa í Góðan Morgun Føroyar. Eingir brattir klettar ella brúsandi fossar ella størstu marglætisborð á tremur í turrum kjøti kunnu av álvara kappast við okkara fantastiska fólkaræði, sum veruliga er av serligum slagi í okkara landi.


Tí umframt lesarabrøv og undirskriftasavnan, sum ber til í øllum demokratiskum londum, kunnu vit eisini ringja til okkara politikarar, skriva til teir á facebook ella bara steðga teimum á gøtuni ella til handils - um tú altso ert ein av teimum fáu, sum ikki er í familju við nakran politikara. Vit hava fría atgongd til politikararnar á sama hátt sum vit næstan hava fría atgongd til miðlarnar, eins og okkara møguleiki fyri at gera okkara rødd galdandi er sera stórur. Samstundis hava vit ein einastandandi møguleika fyri at skilja maktina og fyri at gjøgnumskoða strukturin í maktini. At møta maktini kann sjálvsagt eisini vera ein ógvuslig uppliving, soleiðis var tað í øllum førum hjá mær, tá eg flutti higar, men aftan á, at skelkurin hevði lagt seg, stendur eftir upplivingin av einum fólkaræðisligum paradísi á jørð.


 Maktstrukturar eru fløktir, men einfalt er tað, at tá fólkatalið er avmarkað hava einstaklingar sterkar atkvøður og í einum lítlum løgtingi hava tey fólkavaldu stóra makt. Vit hava í veruleikanum nakrar ótrúliga maktfullar politikarar, hvør tann einasti av teimum hevur møguleikan fyri at broyta munandi um samfelagið og fyri at fáa ektaða ávirkan. Samstundis eru politikararnir so mikið tætt uppá fólk, at teir kenna samfelagið á ein hátt, sum nógvir av teirra útlendsku starvsfelagum munu øvunda teimum. Á sama hátt sum fólkið kennir politiska spælið og durarúmið hjá maktini, kenna politikararnir eisini samfelagið og vita alt um tess órættvísi og skeivleikar. Eingir politikarar kunnu erliga siga, at teir ikki hava lagt merki til órættvísið og skeivleikarnar, ella at teir ikki fata tað - tað er ógjørligt at ímynda sær, at politikarar ikki eru væl og virðiliga kunnaðir.

Listafólk og mentanarfólk hava tey seinastu mongu árini gjørt nógv burtur úr fyri at gera teirra rødd galdandi og fyri at politikarar skulu hoyra tey. Tey hava skriva lesarabrøv, savnað undirskriftir og hava steðgað politikarum á gøtuni. Tey hava gjørt brúk av einastandandi møguleikunum, sum finnast her á landi fyri at fáa atgongd bæði til politisku skipanina og til miðlarnar, har tey hava peikað á eyðsýndan órætt og skeivleikar í listaheiminum. Tey hava ikki borið seg at sum politikarar og tey hava ikki framt politikk. Tey hava ikki roynt at spæla eitt politiskt spæl ella at reka lobbyvirksemi, men hava háttað sær sum borgarar, ið hava eina vitan um ein part av samfelagnum, sum tey meta umráðandi at býta út. Tey hava verið partur av fólkaræðinum og hava fatað teirra leiklut sum borgarar í hesum samfelagnum sera álvarsliga. Tað finst neyvan ein fólkavaldur politikari her á landi, sum ikki veit hvat hesi listafólkini og mentanarfólkini meina, ella sum ikki hava sæð tað órættvísa og teir skeivleikar, sum lista- og mentanarfólkini hava gjørt vart við. Fleiri politikarar eru helst ósamdir við listafólkini og tað er sjálvandi eisini í fínasta lagið, men verri eru teir politikarar, ið eru samdir og sum skilja listafólkini, men sum ikki vilja gera nakað, tí teir meta støðuna sum politiskt vandamikla. Harumframt snýr tað seg jú ikki um fisk og list og mentan er ikki høgt profilerað í teirra egnu lítlu verð. Tí hava politikararnir valt at nevna ta vitanina, sum listafólk og mentanarfólk royna at leggja fram, fyri klandur og grenj. Hetta er heimsins mest effektivi og mest gjøgnuskoðiligi háttur at lata vera við at taka ábyrgd á seg.


Vit liva í paradísi á jørð. Vit eru eitt fólk við stórari ávirkan og okkara politikarar hava stórar møguleikar fyri at broyta samfelagið. Fólkið útfyllir teirra leiklut í fólkaræðinum, men hvussu er við politikarunum? Taka tey ta stóru maktina í álvara og eru tey tilvitað um ta stóru ábyrgdina? Brúka tey ta einastandandi stóru vitanina, sum tey hava um samfelagið til at rætta upp uppá órættvísi og skeivleikar?


Eg eri sjálv ein teirra, sum hevur gjørt nógv fyri, at mín rødd skal hoyrast og at bera mína vitan og hugsan víðari. Eg havi sett mítt navn á undirskriftainnsavnan, tosað við politikarar, skrivað lesarabrøv og eitt ótal av øðrum greinum. Í seinastuni verði eg alsamt oftari møtt við hugburðinum, at ein átti at steðga klandrinum og grenjinum og í staðin roynt at fingið sína ávirkan galdandi við sjálvur at spæla tað politiska spælið. Eg kann sjálvandi staðfesta, at hetta heilt vist hevði verið meira effektivt, serliga um hugsað verður um, at hitt als ikki riggar so leingi sum politikarar loyva sær at kalla vitanina hjá fólkinum fyri klandur og grenj. Allíkavæl má eg siga, at eg ikki hopi, at vit koma hartil, at vit borgarar landsins halda uppat at uppfylla okkara pláss í fólkaræðinum, halda kjaft og ikki longur spæla við sjálvi út frá okkara egnu fortreytum men ganga inn uppá treytirnar hjá maktini. Á henda hátt kundu vit kanska vunnið onkran dystin, men paradísið á jørð høvdu vit mist.


(IS)