Friday, June 17, 2011

Enn ein listavoxpopp - Barbara Christophersen

Barbara Christophersen, sjónleikari



1.Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?

Eg burdi nokk sagt stovnanin av tjóðpallinum, men eg má siga, at menningin av føroyska tónleikalívinum hevur verið púra vill, og nú er tað vorðið alment góðkent og virt at vera yrkistónleikari - nú vanta bara hinar listagreinarnar.


2. Hvussu eru líkindini fyri at yvirliva fíggjarliga av tíni listagrein her á landi?

Onki serlig. Tað er sera stríggið at fíggja sjálvstøðugar verkætlanir, og møguleikarnir fyri almennum starvi ella stuðli eru sera avmarkaðir.


3. Hvat heldur tú kundi bøtt um korini fyri listafólkini?

Pengar. Og tann virðingin sum fylgir við. Ella er tað umvent?



Tað er næstan við at blíva siðbundin hevd, at vit hálva hvørt ár hava ein umgang við listavoxpopp, har vit seta ymiskum listafólkum tríggjar spurningar um lista- og mentanarlívið. Tað eru blivin til nógv hugvekjandi svar frá Sunleif Rasmussen, Elin Josefina Smith, Katrin Ottarsdóttir, Sakaris Fríði Stórá, Guðrið Poulsen, Steintór Rasmussen, Tummas Jákup Thomsen, Rógvi á Rógvu, Rakel Helmsdal, Andrea Heindriksdóttir, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Kristina Sundar Hansen, Heiðrik á Heygum, Bárður Oskarsson, Leivur Thomsen og Oddfríður Marni Rasmussen. Teirra svar kunnu lesast her: http://listinblog.blogspot.com/search/label/Listavoxpopp Nú er eitt hálvt ár farið síðan seinast og tí taka vit ein nýggjan umgang.
(IS)