Friday, April 29, 2011

Skapandi spírar hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir


Hóast listaformidlingin til børn er av fundamentalum týdningi, verður alt ov lítið gjørt burtur úr henni. Vit hava fantastisk listafólk her á landi, men sjáldan er nakar, ið finnur uppá at brúka tey til at geva børnum samband við list og styrkja teirra skapandi evni. Men júst hetta hava tey gjørt á Argjum, har Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir hevur hjálpt børnunum at finna fram til hesi fantastisku verkini.























(IS)