Thursday, April 7, 2011

Listarligar perlur á Sandi

Listin hevur verið og vitjað Listasavnið á Sandi. Her hava tey flutt verkini so at tey hanga betri enn áður. Nógvar perlur eru at síggja millum hesi verk og vit viðmæla øllum at støkka inn á gólvið í Listasavninum á Sandi og har skoða fína savnið av myndum hjá Mikines, Janusi Kamban, Ingálvi av Reyni, Frimod Joensen, John Olsen, Steffani Danielsen ikki um at tala. Tann lítla, ráa myndin hjá Nólsoyarmálaranum telist millum míni yndisverk.

Eg og mín yndismynd

Savnið er sera harmoniskt, men lítið, t.d. er einki goymslurúm til taks og tað er eyðvitað ópraktist. Alt veggjapláss er maksimalt útnyttað, sjálvt á vesinum hongur ein framúr góð mynd hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir.

 Leiðarin á Listasavninum á Sandi, Súsan í Jákupstovu vísti mær eina tekning, har húsini við síðuna av verða tikin uppí savnið. Stovnari savnsins Sofus Olsen átti húsini. Á henda hátt kundi Listasavnið á Sandi eisini havt skiftandi samtíðarlistaframsýningar, eins og hetta hevði hjálpt um hølisumstøðurnar sum heild. Loysnin sær skilagóð út - spurningurin snýr seg sum altíð um pengar og um játtanarkarmin hjá mentanini.

Umframt ta eldru listina, eru eisini nógv áhugaverd samtíðarverk á framsýningini hjá Tórbirni Olsen, Hansinu Iversen, Mariusi Olsen osfr. Eg seti inn nakrar smakkroyndir her, men haldi, at øll áttu at unt sær upplivingina at sæð myndirnar har tær hanga á Listasavninum á Sandi.
Opið er - summarhálvuna - týsdag til sunnudag kl 14-16 og vetrarhálvuna sunnudag kl 14-16.




Framúrskarandi portrettmyndin av stovnaranum, Sofus Olsen, sum Tórbjørn Olsen málaði

Savnið hevur nakrar fantastiskar vatnlitamyndir hjá Mikines


Plásstrot, men myndin er góð

Romantiskt brim hjá Mikines


Hetta framúr fína, avlaga portrettið hevur Jack Kampmann málað

Glitrandi skørp abstraktión hjá Ingálvi av Reyni


Hjá Torbirni Olsen er ein modelvitjan í atelierinum høvi til at skapa stóra list


Ingálvur av Reyni í flagglitum

Steffan Danielsen


Lítla fimleikagentan hjá Janusi Kamban hyggur at nonfigurativu grønu kompositiónini hjá Hansinu Iversen



Eitt meistaraverk hjá Ingálvi av Reyni


Veggur við Ingálvi av Reyni

Veggur við Frimod Joensen


Tvey tjøldur hjá Frimod Joensen. Gleðiligt vár!!!
(KP)