Thursday, April 28, 2011

Ein sterk nýggj yrkjararødd



Sissal Kampman

Tær uppgongdir eg kenni eru rættiliga einkisigandi rúm, ið verða nýtt til trappur sum gjøgnumgongd ávegis inn í eina íbúð. Men uppgongdir kunnu eftir øllum at døma eisini vera mintgrøn tilhald hjá framúrskarandi yrkingum sum í nýggja yrkingarsavninum Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini hjá Sissal Kampmann. Hetta er ein heilt óvanliga væl eydnað debutútgáva av yrkingum, harav onkrar hava staðið í Vencil.

Sissal Kampmann er úr Vestmanna, hon er fødd í 1974 og hevur í mong ár búð í Keypmannahavn, har hon hevur nomið útbúgving sum cand mag. Tessvegna er talan um ein lutfalsliga búnan debutant. Men hetta merkist bara fyri tað góða í savninum m.a. við, at hon tykist tilvitað málsliga og formliga, uttan at hon nakrantíð dettur í felluna við namedropping og ovurhugsaðum yrkingum, sum líkjast poesi, men følast sum konstruktión. Málið hjá Sissal Kampmann er gott og beint fram uttan nakað fjas samstundis sum tað kennist ektað og persónligt við originalum eygleiðingum av bleytum skrúðgongum og sólini, ið kastar hvassar knívar úr salta havinum.

Vit byrja í køksvaskrealistiska veruleikanum uppi yvir einum vaskifati í einari nývaskari íbúð. Íbúðin er støðið hjá yrkjaraegnum og karmur kring tilveru og skriving og vit fáa alt fyri eitt kensluna av, at svarta sápuvatnið hevur døkkar dýpdir. Eg veit ikki hvussu tað ber til, at menn altíð fylla so nógv í kvinnubókmentum, meðan kvinnur samanborið fylla forsvinnandi lítið í mannfólkabókmentum. Henda bókin er einki undantak í so máta, men tó at partar av innihaldinum nema parlagið, snýr tað seg í størri mun um treytir tilverunnar og um hvussu tað at elska kann gerast ein neyðug tilverulig leið í kaos. Yrkjaraegið minnir til tíðir um eina forførandi Barbaru, ið sum havfrúgv skvatlar í sjóvarmálanum við vátum ermum, men hetta er ein heilt øðrvísi Barbara, ið hevur høvd og dugir at brúka tað. Einastaðni letur Jørgen Frantz sína Barbaru ugga seg sjálva. Tað er í sambandi við, at presturin í sínum ússaliga sálarliga tvídrátti noyðir hana at lesa bíbliusøguna um Mariu og Martu, sum hann brúkar sum forkláringsmodel fyri eini rættiliga ósmædnari pallseting ella identifikatión av sær sjálvum í leiklutinum sum Jesus og Barbaru sum Maria, hvørs syndir eru henni fyrigivnar, tí hon elskaði (Barbara elskaði sum kunnugt nógv). Yrkjaraegið elskar, men er eisini fullgreið yvir, at hon í ein vissan mun verður definerað av parlagnum, av tú´num og av tøgnini millum tey: "Brádliga leggi eg til merkis/ at eg eri horvin./ Eg leiti ræðslusligin.... Fleyg eg út gjøgnum lítla vindeygað.. Svam eg sum ein kvikur fiskur í øllum/ ælabogans litum út ígjøgnum rørini í vaskinum/ saman við brúna skitna vatnium, tá tú tømdi gula plastfatið, eftir at tú hevði staðið og vaskað upp sum so/ mangan áður, meðan tú tosaði við meg?/ Ella var tað títt viskileður,/ sum viskaði skitsuna av mær burtur...".

Stílurin er prosakendur og neutralur, men viðhvørt gerst tónin nærum ekstatiskur og minnir tá um bæði Märta Tikkanen og sjálvastu Edith Södergran, men við Sissal Kampmannsa egnu sterku rødd: "Lat meg lata teg lata sálina hjá mær renna/ sum saftina úr eini appilsin,/tá tú kroystir hana millum fingrarnar á tær./ Lat meg lata teg skapa lív í kroppinum/ hjá eini útlúgvaðari kvinnu./ Lat meg lata teg svimja inn í æðrarnar,/ út í fingrarnar,/ inn í kanalirnar,/upp í heilan/ á mær./Lat meg lata teg seta búgv í mær./ Lat meg lata teg blaka klæðini hjá mær eftir mær,/ í tí tú blakar meg oman gjøgnum trappurnar,/ og blakar hurðina aftur í ryggin á mær./ Lat meg lata teg traðka í andlitið á mær/ við tínum stóru, tungu, svørtu leðurstivlum./Lat meg lata teg lata meg ganga eftir prinsessuni/ við klikkjandi hælum/ móti oktobergráum fortovsflisum/ við pelshattinum á høvdinum/ hondunum knýttum í lummanum,/ einseminum í eygunum,/ panikkinum í hjartanum...Lat meg lata teg senda smáar tónar út í myrkrið,/ har eg liggi og rætti hondina út í tóma rúmið/ móti pápa mínum./ Lat meg lata teg lata meg elska teg markleyst/ meðan kavaflykrur detta tungar av svarta/ desemburhimmalinum./Lat meg sakna teg, inntil eg ikki kenni mítt egna navn./Lat meg ganga vitleysa á gøtunum í býnum...".

-Jú, tað er ein stór uppliving og ein sonn fragd at lesa yrkingarnar hjá Sissal Kampmann, sum Forlagið Eksil gav út saman við tveimum øðrum debutbókum, sum vit eftir ætlan eisini fara at ummæla her á blogginum. Tað er Ludvík Breckmann, ið hevur gjørt ta dekorativu, naivu og symbolsku kápumyndina. Eg seti at enda eina yrking inn her, ið eins og yrkingabrotini omanfyri skal lesast í síni heild í savninum har hon stendur á síðu 36.

Tú, mín elskaði,
eg síggi, tað kavar í nátt.
Vegurin og bilarnir glitra av frosti,
eins og míni gøgn,
ið harðna og stívna
fyri hvørt sekund,
hvønn minutt,
ið flyta henda dagin inn í ein nýggjan.
Tú, mín elskaði,
eg síggi, tað kavar í nátt.
Vilstar kvinnur, vilstir menn,
trokast saman saman,
tí tað er betur enn einsemið,
meðan sekundini, minuttirnir,
flyta henda dagin inn í ein nýggjan.
Tú, mín elskaði,
eg síggi, tað kavar í nátt.
Undir gøtulyktini berjast kavaflykrur,
vindur og ljós
við sekundunum og minuttunum,
ið flyta henda dagin inn í ein nýggjan.

(KP)