Monday, April 25, 2011

Dagin eftir

Eg veit ikki um nakar royndi at gita passiónsmyndirnar í gjár. Eg haldi sjálv, at myndirnar eru áhugaverdar at hyggja at og hugsa um, tí tær eru so ymiskar á (mynda)máli og úttrykkja so nógv um sína egnu tíð og um fatanina hjá avvarðandi listamanni(-ja, ongar listakvinnur umboðaðar, meginparturin er frá gamlari tíð, tá konur ikki vóru fólk, men er nakar tykkara, ið kennir til onkra passiónsmynd hjá listakvinnum, so sig frá). Eg eri sjálv sera hugtikin av myndunum hjá Gustave Doré og Carl Bloch, tí tað fyrsta eg sjálv upplivdi av list vóru myndir hjá Doré í myndabíbliuni og kopiir av myndum hjá Carl Bloch, sum eg m.a. samlaði uppá sum glansbíløt í sunnundagsskúlanum. Eg rokni við, at nógv kenna hetta lekra, smikursøta úttrykkið aftur frá glansbíløtum og ymsum eftirgerðum, ið hava hingið og sum enn hanga í kirkjum og møtisalum. Myndirnar eru ofta sera sentimentalar við øgiliga penum fólkum og einglum sum í hesi myndini har vit síggja ein eingil ugga Jesus í Getsemane. Men samtíðarlistarliga hava hesar myndirnar lítið uppá seg. Eg havi sjálv ilt við at fata hví vit blíva við at halda fast í teimum gomlu og hálvvánaligu, útlendsku altartalvunum. Vit hava fingið eina myndlist í Føroyum, sum eisini eigur pláss í okkara kirkjum. Aðalsteinn Ingólfsson skrivar í bókini um Mikines: "Í 1929 hevði Niels Kruse málað eina altartalvu við myndevninum Jesus gongur eftir sjónum til Gjáar kirkju, hetta var fyrstu ferð, ein føroyskur listamaður varð biðin um at mála til eina føroyska kirkju. Áðrenn hetta máttu kirkjurnar fyri tað mesta taka við løkum og lítið sigandi religiøsum málningum úr Danmark..". Nógvir av hesum málningum hanga framvegis í okkara kirkjum og samkomum og ikki allar eru beinleiðis vánaligar. Men hevði tað ikki verið frálíkt um t.d. ein mynd hjá Anker Mortensen hekk í Dómkirkjuni? Tær gomlu myndirnar skulu sjálvandi varðveitast t.d. á øðrum stað í kirkjuni á sama hátt sum tað vanliga verður gjørt. Eg var í gomlu kirkjuni í Kirkjubø í gjár, har myndin hjá Mikines hongur og eg var hugtikin av hvussu progressiv og moderna hendan myndin frá 1967 í roynd og veru tykist og hvussu væl hon hóskar í gamla, ráa og einfalda kirkjurúminum.
Annars hava vit hoyrt graml um ónøgd frá onkrum listafólki, sum ikki varð umboðað í okkara passiónslist og tað biðja vit mikið orsakað fyri. Men úrval okkara av passiónslist var alt annað enn altumfatandi og vit kundu valt so nógvar aðrar passiónsmyndir hjá t.d. Mikines ella sjálvsmyndina av Tommy Arge á krossinum ella eina av teimum mongu sterku passiónsmyndunum sum ekspressionistarnir gjørdu. Men vit seta inn eina passiónsmynd hjá Øssur Johannesen umframt eina mynd hjá Anker Mortensen, umframt svar uppá kvissina.



Fløguhúsi til My Crucifixion hjá Øssur Johannesen



Sum í gjøgnum sortar skíggja hjá Anker Mortensen



Páskakvissin:
Agostino Carracci: Pietá 1600

1. Torbjørn Olsen. Heilaga Kvøldmáltíðin 1996

2.Carl Bloch: Jesus í Getsemane 1857

3.Matthias Grünewald: Altartalva við krossfestingarmynd 1631

4.Andreas Serrano: Piss Christ.1987

5: Torbjørn Olsen: Piéta 2011

6.Emil Nolde: Heilaga kvøldmáltíðin

7.Luis de Morales: Pietá 1560

8.Hieronymus Bosch: Jesus verður tornakrýndur uml.1495

9.Cimabue: Jesus verður pískaður uml. 1280

10.Rembrandt: Ivandi Tummas 1634

11.Damien Hirst: Uppreisn 2003

12.Giotto: Judaskossurin uml. 1305

13.El Greco: Uppreisn 1594

14.Giotto: Pieta uml. 1305

15. John Kørner: Uttan heiti 2010

(KP)