Wednesday, March 2, 2011

Vikan við mentanarbygningum


Nógv kjak hevur verið um nýggju mentanarbygningarnar í farnu viku. Fyri kortum stóð at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu, at Havnin fær nýggjan musikkskúla:

”Full semja var í býráðnum í gjárkvøldið um at játta pening til at útvega byggiskrá í sambandi við bygging av nýggjum Musikkskúla í Havn. Tórshavnar Musikkskúla tørvar betri hølisumstøður. Nevndin fyri Musikkskúlan hevur áhaldandi gjørt vart við hendan spurningin, og býráðið hevur javnan havt málið til umrøðu. Miðað hevur verið eftir at fyrireika ætlanir at útvega Musikkskúlanum høli, sum eru ætlað til endamálið, og at gera av, hvar hesi høli skula vera. Áhugin fyri at fáa frálæru í Musikkskúlanum er ovurstórur, og ikki er gjørligt at ganga øllum umsóknum á møti. Hetta er m.a. ein spurningur um, hvørja rakstrarjáttan skúlin hevur. Sum er rinda Mentamálaráðið og kommunan raksturin. Musikkskúlin húsast í dag í mongum ymsum hølum kring um í býnum og hevur ikki nøktandi umstøður. Fyrireikingararbeiðið higartil hevur fevnt um møguliga staðseting av nýggjum Musikkskúla og lýsing av hølistørvi.

Samskifti hevur verið við Norðurlandahúsið um staðseting á økinum eystan fyri Norðurlandahúsið á fløtuni í Sortudýki. Norðurlandahúsið tekur væl undir við hesi staðseting, sum tó ikki skal ganga Norðurlandahúsinum ov nær. Fyrireikingararbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at byggiskrá skal gerast. Byggiskráin skal lýsa byggiætlanina, herundir rúmskrá, fermetrar og ymisk funktiónskrøv. Sambært politisk-fyrisitingarligu mannagongdini fyri verkætlanir fíggjaðar av íløgum, skal faknevndin biðja um byggiskrá, sum bygginevndin síðani útvegar. Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mæltu mentamálanevndini til at biðja bygginevndina útvega byggiskrá, og at tað í hesum sambandi verður játtað kr. 200.000 til endamálið.

Mayfinn Norðoy, arkitektur, greiddi frá projektinum í mentamálanevndini tann 9. februar, tá samtykt varð at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið, um fíggjarnevndina. Fíggjarnevndin samtykti 16. februar at mæla býráðnum til at taka undir við mentamálanevndini og játta kr. 200.000 til endamálið. Hetta varð einmælt samtykt av býráðnum gjárkvøldið.”

Frálíkt! Við at satsa uppá góðsku og bestu lærarakreftir hevur musikkskúlin gjørt nakað, sum stórt sæð eingir aðrar mentanarstovnar hava megnað. Musikkskúlin hevur skapað vissu hjá fólkinum fyri hvat stovnurin inniheldur og hvat endamál stovnurin tænar í samfelagnum. Um so játtanin hjá musikkskúlanum verður hundraðfaldað áðrenn verkætlanin stendur liðug eri eg vís í at hon ikki fer at møta nakrari serligari mótstøðu, sjálvt frá teimum mest mentanarskeptisku tí vit kenna innihaldið, vit vita tað er í lagið og vit skilja hvat tað gongur út uppá.

Eitt sindur torførari verður tað kanska við eini aðrari nýggjheit frá Tórshavnar Kommunu, sum stóð á Vágaportalinum sama dag:

”Eitt mál, ið hevur verið ávegis síðstu árini, fer nú í gongd. Tórshavnar býráð hevur í íløguætlanini fyri 2011 sett hálvaaðru millión krónur av til nýtt spælistað á Reinsaríinum, og á býráðsfundi hóskvøldið vórðu játtaðar 450.000 krónur til sáttmála um prosjektering, eftirlit og byggileiðslu. Hetta er bara fyrsta stigið av trimum, og tað næsta stóra stigið í hesum arbeiði verður at bjóða arbeiðið út í høvuðsarbeiðstøku, so nú er henda spennandi verkætlan av álvara farin av bakkastokki. Vit síggja fram ímóti at fáa eitt gott spælistað, ið skal vera karmur um livandi tónleik, samstundis sum tað verður náttúrligur partur av mentanarliga umhvørvinum í Tórsgøtu.

Arbeitt verður eftir einum uppskoti frá Majfinni Norðoy, arkitekti, og sær henda ætlan veruliga áhugaverd út. Ein náttúrligur partur av allari tilgongdini verður, at vit sjálvandi fara at samskifta við tónleikarar og onnur, so vit kunnu fáa sum mest burtur úr hølunum.Talan er um ein søguligan bygning, sum tí er rættiliga áhugaverdur at fáa blást nýtt lív í. Hetta er eitt av gomlu pakkhúsunum í søguligu Havnini, men við ætlanini at brúka tað sum spælistað, fáa vit vónandi blást nýtt lív í, so her kann verða skrivað nýggj søga í komandi tíðum.

Ítøkiliga er ætlanin at innrætta niðastu hæddina til spælistað í hesum árinum, og eingin ivi er um, at hetta spælistað kann fremst av øllum gerast eitt stað, ið veruliga kann fáa tónleikin at blóma. Tí er talan um eina støðu, har allir partar gerast vinnarar.”

Orsøkin til, at eg rokni við, at henda verkætlanin verður torførari er ikki, at nakað er í vegin við henni. Tvørtur í móti rokni eg við at tey flestu skilja tørvin á einum ordiligum spælistaði, eins og tey allarflestu fegnast yvir at síggja tað ført í verk. Trupulleikin kemur um kommunan velur at gera sum hon gjørdi, tá Perlan varð sett í verk tá hugskot og meiningar frá tónleikarunum vórðu púrasta ignorerað. Úrslitið var, at eingin ordiliga visti hvussu húsið skuldi brúkast, tónleikararnir fingu nakað annað enn tað, tey ynsktu sær og vit gjørdust ørkymlað um innihaldið í verkætlanini. Tað bleiv torført at gjøgnumskoða hvat endamál Perlan hevði í samfelagnum og hetta sama risikera vit við nýggja spælistaðnum. Um kommunan og tónleikararnir ikki eru samd um hvussu húsið skal brúkast og hvat innihaldið skal vera, hava vit onnur ongan møguleika fyri at skilja verkætlanina og skilja hvussu umráðandi hon er.

Spurningurin um innihald tykist at fylla ov lítið í mentanarkjakinum í sambandi við nýbygningar og umvælingar. Kjakast verður um Listasavn Føroya skal útbyggjast, men einki verður sagt um hvat innihaldið í stovninum er ella skal vera. Kjakast verður um Tjóðpallur Føroya skal hava ein bygning, men hóast stovnurin sjálvur í hesum føri hevur roynt at diskutera innihaldið, er tað greitt, at politikarirnir eru eina heilt aðra staðni í huganum. Teirra løgni skammrósandi medferð móti listini verður mótsvaraður av eini totalari líkasælu ella niðurraðfesting av listini. Og fleiri byggjarí eru í væntu. Sunnudagin almannakunngjørdu vit her á blogginum nøkur skjøl um ta risastóru saltsiloverkætlanina. Hesi skjøl eru bert eitt lítið innlegg í stóra kjakinum, sum átti at verið um hvussu eitt stórt, altjóða mentanarhús á Drelnesi skal tæna samfelagnum og listini. Ætlanirnar um nýggir mentanarbygningar áttu í øllum førum at verið okkum eitt upplagt høvi til at kjakast um hvat tað í grundini er vit vilja við listini og hvussu vit veita listini bestu rammurnar. Hetta snýr seg ikki bert um betong, men um listina og bæði hon og vit hava uppiborið at vit gera okkum góðan ómak.

Gera vit okkum ikki ómak, fer peningurin til betong og ikki til listina.


(IS)