Friday, March 11, 2011

Stuðul og annað gott frá MMR


Í vikuskiftisbløðunum minnir Mentamálaráðið á, at freistin til at søkja stuðul frá ráðnum nærkast. Og fyri listina eru fleiri gleðiboð at lesa á heimasíðuni hjá MMR í løtuni, nevniliga at landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø nú mánadagin 14. mars 2011 fer á fund við Mentanargrunnin, Listafólkasambandið og umboð fyri hvørt av limafeløgunum o.o. at viðgera listaøkið:

"Við grundarlagi í álitinum um umskipan av Mentanargrunninum frá oktober 2008 er ætlanin at fáa í lag kjak, har uppskot og møguleikar at bøta um umstøðurnar verða viðgjørd. Á fundinum er ætlanin m.a. at viðgera:

• Stuðulsveitingar til listarlig endamál
• Samansettar starvssetanir
• Hølisumstøður

Ætlanin er at seta ljóskastaran á búskaparliga grundarlagið, bygnað og karmar hjá listafólkum og teimum, sum beinleiðis arbeiða við listarligum spurningum.

Landsstýriskvinnan fyrireikar eitt aðalorðaskifti um mentanarpolitikk, sum ætlandi skal vera í løgtinginum nú í vár. “Tí havi eg ynskt at koma á tal við umboð fyri listafólk og tey sum umsita stuðulsjáttanir á økinum, soleiðis at eg kann vera so væl fyrireikað sum gjørligt til eitt aðalorðaskifti. Játtanir til mentan og list hava staðið í stað í nógv ár, og hølisumstøðurnar eru út av lagi. Tíðin er komin til at endurskoða umsiting og raðfesting av íløgum okkara í mentan og list. Eg haldi, vit eiga at satsa upp á hesi øki komandi árini, soleiðis at mentan og list í størri mun fær fólk at støðast, trívast og kann draga fólk til land okkara.”

Tó at hvørgin av okkum á Listablogginum er boðin við á fund, kunnu vit illa vera annað enn samdar við hesi útsøgnini. Vónandi kemur okkurt skilagott og ítøkiligt burturúr. 

STUÐUL Um tú skalt søkja stuðul til tiltøk og verkætlanir innan mentan og list, er freistin at søkja frá MMR 15.mars (-skalt tú søkja stuðul til fløgu- og bókaútgávu, skal umsókn sendast til Mentanargrunn Landsins). Er tú myndlistafólk undir útbúgving, kanst tú søkja stuðul og ert tú yrkismyndlistafólk og ynskir stuðul til eftirútbúgving ella námsferð, kanst tú somuleiðis søkja stuðul. Freist at søkja er 15.mars og Mentamálaráðið tilskilar sær rættin at raðfesta yrkismyndlistafólk í fyrstu atløgu og í aðru atløgu umsøkjarar, ið eru á eini myndlistarligari yrkisleið.