Wednesday, March 30, 2011

Øssur og Tummas Jákup á listaframsýning



Føroysku listamenninir, Tummas Jákup Thomsen og Øssur Johannesen búgva báðir niðri. Eg sá á Facebook, at teir hava verið til framsýning í Faaborg m.a. hjá danska listamanninum William Skotte Olsen (1945-2005), sum í øllum førum er stóra málarahetjan hjá Øssuri. Tummas Jákup tók nakrar fínar, stemningsfullar myndir av framsýningarvitjanini og við hansara loyvi seti eg tær inn her.