Tuesday, February 8, 2011

Vit um vørp


Eitt sjónvarp er eitt fantastiskt apparat. Hvønn tann einasta dag, hvørja løtu koma ótrúlig orð og setningar úr tí og fyri ein bíligan penga ber til sunnumorgun at njóta journalistisk gullkorn sum ”Danskerne lettede fra Cairo, lettede danskere”. Orðblómur, sum journalistar og sjónvarpsfyriskiparar heilt sjálvir finna uppá og tað eru nógvar eru av teimum, um nakrar rásir sjálvandi duga betri enn aðrar. Vinningurin er vissur á danskmæltu barnarásini Playhouse Disney, har tey í morgun sungu: ”Næsten en hel kulinarisk granat, er din kusine salaaaaat”. Men eingin slær ítrottarásinar. Á ítrottarásum nýtist tú ikki bíða leingi eftir málblómunum. Eftir fá sekund á eini ítrottarás fall orðingin: ”Det er hakkende, det er aggressivt, det er en kæmpende franskmand”. Men lat meg viðganga, at allur ítrottarjournalistikkur klingar marghátligt í mínum oyrum og at eg sera væl skilji tey, sum fáa stress av ikki at síggja ítrott alla tíðina. Tí tú missir tær løgnastu orðingarnar og allar í nútíð.

Umframt eina serliga poesi hava hesi orð og setningar tað til felags, at alt er á donskum. So er við tí mesta, sum eg síggi í sjónvarpinum og um tað ikki er danskt er tað við donskum undirtekstum. Bara ein rás er før fyri at bjóða mær nakað annað - ja, tygum kollgitti - Kringvarp Føroya. Kringvarp Føroya borðreiðir javnan við sendingum, sum ikki eru á donskum, men á føroyskum. Og í kvøld, sunnukvøld, sum er besta sjónvarpskvøldið, kunnu vit gleða okkum til heilar tríggjar. Klokkan 19.50 er andakt við Absalon Matras. Klokkan 20.00 er ”Frætt og Fregnað”, ein føroysk sending, sum hevur sesongpremieru í kvøld og sum í hesu fyrstu sendingini hevur valt at vísa brot úr Frætt og Fregnað, siðani tey byrjaðu. Klokkan 20.45 ”Hjartadrongurin”, føroysk dokumentar fra hóskvøldinum og klokkan 21.20 eftir hálvanannan tíma er liðugt við tí føroyska, tí so kemur danska sjónvarpsrøðin "Lykke”.

Fyriuttan andaktina við Absalon Matras havi eg helst sæð alt áður. Men eg ætli mær at síggja alt umaftur. Ikki orsakað av, at tað eru tær bestu sendingarnar, men tí tær eru á føroyskum. Tí sjónvarpið er ein fantastiskur miðil, sum kann veita okkum tær mest ótrúligu málsligu upplivingar. Tí eg haldi hesa upplivingarnar vera alt ov rárar í føroyskum høpi og tí eg eri vís í, at ein og ein hálvur tími av føroyskum sjónvarpi fer at innihalda nógvar málperlur, sum eg enn ikki havi uppdagað - sjálvt um tað eru endursendingar.

(IS)