Thursday, February 3, 2011

Goodiepal føroyskur?


Tað var fínt undirhald um ársskiftið at kaga í listan hjá fullvísa ummælaranum, Michael Jeppesen, har hann í Informatión gjørdi upp hvat var best, stuttligast og nýggjast av listini í júst farna ári. Men á listablogginum gjørdust vit ikki sørt kløkkar, tá vit lósu: "Den færøske kunstner, Goodipal, brød gennem mediebilledet, da han optrappede krigen mod Det Jyske Musikkonservatorium, der fyrede ham i 2008, ved på spektakulær vis at stjæle en dyr effekt maskine. Maskinen blev ombygget og videresolgt og suppleret med et lån fra den ukrainske musikmafia rundede Goodiepal året af med at udgive en LP til sin egen død…". Jú hetta vistu vit og eisini, at umrødda plátan kostar 250 krónur og inniheldur ein veruligan 500 krónuseðil.

Vit kenna til ljóðlistamannin Goodiepal og hava stóra virðing fyri hansara frálíku øru avantgardismu, men ikki ánaðu vit, at maðurin er føroyingur. Vit hava nú granskað málið og sambært Wikipedia er hann hálvur føroyingur. Máldámurin í hansara enska máli í tí eina videonum, sum vit seta leinkju inn til her, ber tó brá av, at hann er dani. Aja og óansæð nýta vit høvið her at vísa á hendan løgna og áhugaverda multilistamannin.
(KP)


http://www.dr.dk/P2/lyttilnyt/tema/Happy_Nordic_Music_Days_2009/20091208112533.htm


http://www.youtube.com/watch?v=iu5veYaCUPs



http://politiken.dk/kultur/musik/ECE968406/konservatorium-anmelder-lydkunstner-for-tyveri/



http://www.information.dk/255120



http://en.wikipedia.org/wiki/Goodiepal



http://www.youtube.com/watch?v=K_GNMcEWEOE&feature=player_embedded