Sunday, February 27, 2011

Innlit í SALT


SALT eitur tað nýggja, ambitiøsa, altjóða mentanarhúsið í Suðuroy, sum nógv kjak hevur verið um seinastu tíðina. Summi halda tað er at byggja harraborgir í huganum og ein púra ør verkætlan onnur halda, at hetta er ein framúrskarandi møguleiki fyri mentanina og tey flestu undra seg yvir hvaðani peningurin til at reka húsið skal koma.

Fjølmiðlarnir hava alla síðstu viku roynt at fingið innlit í rakstrarfíggjarætlanir fyri SALT, men ein avtala millum landsstýrið og verkætlanina SALT hevði við sær, at miðlarnir ikki kundu fáa innlit í tilfarið, sum verður lagt fyri tingið í komandi viku. Listin hevur nú fingið innlit í hetta tilfarið. Tað, sum hevur okkara størsta áhuga er hvørki politiska spælið ella fíggjarliga botnlinjan, men innihaldið. Vit vita alt ov lítið um hvat verkætlanin inniheldur, hvat fyri pláss tað stóra mentanarhúsið skal fylla í samfelagnum og hvørjir tankar ligga til grund fyri risaverkætlanini. Umframt at SALT stendur fyri Samtak Altjóða List og Tónleik er almenna vitanin um hesa verkætlanina, sum hevur fingið nógvan danskan kapital til landið, sera avmarkað.

SALT fer at húsast í risastóru saltsiloini á Drelsnesi á Tvøroyri og skal rekast av einum grunni, ið fær heitið Saltsilogrunnurin. Endamálið við Saltsilogrunninum eru lýstar í viðtøkunum, at hann skal: “eje, bevare og drive kulturhuset Saltsiloen, og i den forbindelse at gøre saltsiloen tilgængelig for kunstnere og den interesserede offentlighed, både af hensyn til kulturen og til fremme af turismen. Fonden skal virke til gavn for færøsk kulturliv og internationalt samarbejde med færøske og udenlandske kunstnere. Saltsiloen skal i overensstemmelse hermed virke som koncerthus og kunstgalleri med internationalt sigte. Saltsilioen har også en funktion som kulturhus i lokalsamfundet”.

Meiningin er sostatt, at SALT skal gerast ein møguleiki hjá føroyskum listafólkum. Eitt høvi til at hava konsertir, framsýningar atelierpláss, symposiir, framføra leikir ella hvat listafólkini nú kundu ynskt sær. SALT er soleiðis sæð ein tóm skel, sum listafólkini sjálvi kunnu vera við til at definera í mun til innihaldið, eitt slag av spæliplássi, har listafólk og mentanarfólk kunnu dusa sær og vónandi trívast og vaksa. Til hetta endamálið hevur Saltsilogrunnurin gjørt samstarvsavtalur við ymsar partar av mentanarlívinum, Norðurlandahúsið, Tjóðpall Føroya, Musikkskúlan, Tutl Havnar Jazzfelag, Felagið Føroysk Tónaskøld umframt ymisk tónlistafeløg og listabólkar. Ætlanin er, at hesir samstarvsfelagarnar skulu brúka, fylla og menna stórslignu rammurnar, sum bygningurin myndar og skapa virksemi og lív til gleði fyri lokalsamfelagið og landið. Í einum ískoyti til SALT verkætlanina stendur, at tað er “Altafgørende for projektet, at der er et højt, dagligt aktivitetsniveau, således at enhver, bruger eller gæst får en oplevelse når man besøger siloen”.

Hin vegin er SALT ikki bara ein listafólkastýrdur stovnur. Húsið hevur altjóða ambitiónir og ætlanin er, at SALT skal tryggja, at vit fáa altjóða list og tónleik higar til landið, eins og ætlanin eisini er at tryggja altjóða áskoðarar her á landi. Og sigast má, at rammurnar eru til tess. Húsið inniheldur m.a. ein konsertsal við upp til 1000 áhoyraraplássum (2000 standipláss, tá stólarnir verða tiknir burtur), men tilfarið, sum vit hava fingið, sigur ikki púra greitt hvussu stórar tær altjóða ambitiónirnar eru og hvussu tær skulu gjøgnumførast. Sannlíkt er, at burtur av árligu rakstrarætlanini uppá 4,5 milliónir krónur verður ein partur brúktur til setan av verkætlanarleiðarum, men tætta samstarvið við Norðurlandahúsið fer helst eisini at veita okkurt hesum viðvíkjandi. Tað er als eingin ivi um, at altjóða parturin fer at vera ein javnbjóðis stór ella størri avbjóðing enn tað at skapa dagligt lív og virksemi fyri lokalsamfelagið. Tað verður ein avbjóðing at finna ein form har tað listafólkastýrda kann sameinast við altjóða sjónarmiðið og drúgføra arbeiðið, sum er forbundið við altjóða samstarv. Sambært Ólavi Rasmussen, stýrisformaður fyri SALT er arbeiðið við at skapa ein kláran profil fyri mentanarhúsið nakað, sum hendir so líðandi í samráð við listafólk og mentanarstovnar her á landi. Tað verður sera spennandi at fylgja við í hesum arbeiði og helst størsta uppgávan, sum nakrantíð er sett føroyska mentanarlívinum.

Niðanfyri eru nøkur av skjølunum, vit hava fingið innlit í, m.a. viðtøkur, virksemisætlan, fíggjarætlan fyri bygging og rakstur umframt pappírini, sum táverandi fíggjarmálaráðharrin Jóannes Eidesgaard undirskrivaði við lyftinum um at stuðla verkætlanina við 20 milliónum krónum. 20 milliónir krónur eru longu komnar frá Mærsk Grunninum, 18 milliónir frá danska statinum og stríðið stendur nú um tær síðstu 20 milliónir, sum tað í grundini fyriliggur ein undirskrivað avtala um. Óansæð hvat og hvussu má tað sigast at vera eitt satt bragd, at Ólavur Rasmussen hevur megnað at fáa til vega eina tílíka risaupphædd.

Vit hava valt at almannakunngera stórt sæð alt tilfarið, sum løgtingið nú fer at viðgera í sambandi við eina heimildarlóg, tí vit halda, at bæði fíggjan, men serliga innihaldið í hesi verkætlan eiga at vera viðgjørt og diskuterað. Sjálvar vilja vit í fyrsta umfari lata skjølini tala fyri seg, men sjálvandi eru óteljandi spurningar, sum skulu setast í hesum máli. Mentanarstovnar eru bæði torførir og viðkvæmir at fást við. Teir skulu bæði gleða og bjóða fólkinum av, eins og teir aftur og aftur skulu megna at formidla teirra egna rætt til at vera til. Stóri spurningurin, sum svar skal finnast á komandi tíðina er: Megnar SALT hesa stóru uppgávuna?

Myndirnar kunnu forstørrast, um tú klikkir á tær og lat so kjakið um SALT byrja




Innihald




Bygningurin

Projekt SALT – Drelnes, Tvøroyri. Arkitektonisk beskrivelse

Placering: Beliggenheden i Drelnes omtrent midt på Suderø i centrum af den trafikale infrastruktur, vil virke fordrende for kulturkatedralens virke og sammen med at færgeforbindelsen blot ligger få minutters gang derfra, vil endvidere tiltrække besøgende fra resten af Færøerne. Endvidere vil placeringen på havnen give mulighed for at sejlskibe og motorbåde kan lægge til kajen eller en bådebro af træ umiddelbart nedenfor kulturhuset således, at der bliver en direkte adgang til huset fra søen.

Adkomsten til Siloen er fra hovedvejen syd for bygningen ved en nedkørsel, som leder de kørende til en parkeringsplads og de gående til nordgavlen, hvor hovedentreen befinder sig. Visionen Hovedanslaget i disponeringen af Saltsiloen i Drelnes har været, at bruge siloens store volumen til kunstmuseum, konsertsal, drama/teater og lokalt kulturhus. Vi har set muligheden i at bruge hele rummets højde og drøjde i ét stort rum, hvor ovennævnte aktiviteter kann foregå. Hermed fås fuld oplevelse af rummets dramatisk fasinerende form, som er udtrykt i insitubetonstøbte parrabelbuer, som med majestætisk ro rejser sig i op til 16 meter over gulvet og afslutter rummet på en harmonisk måde. Det er visionen, at dette rums udtryk søges bevaret og vil blive forstærket af de kunstneriske aktiviteter, som vil vekselvirke med rummets spændstighed.

Form og funktion: Som vist ovenfor, er det i hovedsagen saltsiloen, der skal rumme selve den udadvendte hovedaktivitet. Indgangen bliver fra nordsiden ud imod vandet, der er her anlagt en træterrasse, som skal være forbindelsen mellem Siloen og bådebroen. Her fra nordenden af Siloen, skal den besøgende kunne beskue rummet i al dets pragt, og her bliver entreen med garderober og toiletter, og i umiddelbar nærhed er der anlagt en foyer med mulighed for at få lettere anretningar. I dette område er der mulighed for mindre kunstudstillinger eller evt. faste opstillinger af udstillinger i forbindelse med f.eks fiskeri m.m. Længere inde i Siloen er der anbragt flytbare siddepladser i telescop tribuner, der kan bliver fjernet, når der er udstillingar, forelæsninger eller lignende.

















Fíggjarætlan


Landsstýrið játtar verkætlan SALT 2,5 mió. kr í árligum rakstri.
Tvøroyrar kommuna játtar at lata 2 mió. kr árliga í rakstrarstuðli.



Tilsøgn um stuðul












(IS)