Tuesday, January 18, 2011

ReflekZone



Aðru hvørja viku fær mentanin ein hálvan tíma í sjónvarpinum. Ein hálvan tíma, sum eg bíði eftir við sama spenningi sum milliónir av amerikanarum í áravís gleddu seg til hugspunnu framtíðarsjónvarpsrøðina “The Twilight Zone”, sum í ein hálvan tíma hvørja viku gav teimum eitt ræðandi og óveruligt eygnakast inn í tað paranormala - a dimension of imagination as vast as space and as timeless as infinity.

Sunnukvøldið var meginparturin av hesum hálva tíma brúktur til kjak um, hví ungir føroyingar ikki flyta heimaftur eftir lokna útbúgving í útlondum. Ein stórur og týðandi samfelagsspurningur, sum vit eiga at kjakast um og taka í álvara – og eisini í hesum hálva tíma, sum mentanin hevur fingið at ráða yvir fjúrtanda hvønn dag. Tí spurningarnir um braindrain og fráflyting hava heilt nógv við mentan at gera. Trupulleikin er tætt knýttur at førda mentanarpolitikkinum, at teimum mentanartilboðum sum eru her, at strukturinum í listalívinum, at listarligum fakkunnleika, at virðingini fyri kreativa umhvørvinum og nógvum øðrum, sum hevur við mentan at gera.

Men tað sá út, sum allir luttakarnir høvdu gloymt, at tey vóur við í einari mentanarsending. Bara orðið mentan var ikki nevnt eina einastu ferð, tað var sum høvdu ókendar kreftir sogið orðið út í rúmdina og kenslan gjørdist ófrættakend: Høvdu tey mist minnið? Liva vit í einum øðrum veruleika? Havi eg misskilt okkurt? Er hetta Twilight Zone? Tey snakkaðu um korini hjá støkum mammum og hjúnarbond tvørtur um mørk, og tey hildu á og á og á. Eisini eg dovnaði og gloymdi hvørjari tíð eg livi í, doyvd av snakki og presenilum ørðviti.

Við eitt, júst sum í einum góðum parti av Twilight Zone, hendi nakað spennandi. DetFeröscheCompagnie trein fram á skíggjan og takk fyri tað. Ung fólk, sum hava tikið útbúgving uttanlands og koma heimaftur at vera saman við okkum og geva okkum sína list – guð viti, hvat tey munnu halda um fráflyting og braindrain?

(IS)