Friday, January 21, 2011

Listaárið 2011


Vit hava so mangan gjørt vart við, at tað í útlendskum fjølmiðlum verður gjørt meir burtur úr list, enn vit eru von við her heima. Men okkurt er, t.d. tá árið er komið at enda, verður tikið samanu, eins og vit sóu í sjónvarpssendingini Afturskin og her á Listablogginum hava vit havt drúgva umrøðu av listarligum hendingum í árinum, sum fór.

Eg havi í januar lagt til merkis, at útlendskir fjølmiðlar skoða ikki bert aftur eftir, men eisini fram í tíðina. Í Politiken roynir mentanarredaktørurin, Peter Michael Hornung t.d. at meta um hvørjar framsýningar verða tær týdningarmestu og bestu í 2011. Her verða nevndar allar møguligar framsýningar í Gl. Holtegaard, Kunstforeningen Gl. Strand, AROS, Arken, Glyptoteket, Statens Museum for Kunst osfr. og hesar ljóða allar áhugaverdar og sera ymiskar. Í Louisiana verður Picasso á skránni og henda framsýningin fer helst at raka seymin á høvdið mitt í tað mótrák, ið nú endiliga merkist daga fram í móti teimum grunnu, ego- og pengafikseraðu og høgravendu nullunum. Framsýningin í Louisiana snýr seg um politiska áhuga Picassos og heitið á framsýningini: "Friður og frælsi" (ljóðar merkiliga nógv sum ein Frændur sangur), kundi somuleiðis bent á eina broyting frá pengaglitrandi estesismu til okkurt meira upprunaligt, álvarsligt og inniligt, aftur til tær ideologisku áskoðanirnar, men hetta er sjálvandi heldur einfalt sett upp. Óansæð, so verður tað spennandi at síggja hesa Picasso framsýningina. Tað er í grundini frálíkt at kunna lesa um komandi listaskránna og hetta ber sjálvandi bert til av tí, at listasøvnini og gallaríini hava almannakunngjørt teirra skrá eins og t.d. Reykjavíkar Listasavn, sum á heimasíðuni reklamerar við eini framsýning við kollasjum hjá Erró, ið hongur uppi inntil 28. august 2011. Framsýningarnar á MOMA og MOCA eru nógvar og snúgva seg fyri tað mesta um performance og konseptlist, m.a. verður ein spennandi verkætlan við danska konseptlistamanninum, Henrik Olesen at síggja á MOMA frá 9.februar til 23.mai.

Sambært heimasíðuni hjá Galerie Focus letur framsýning upp við Jónu Rasmussen 28.januar og í dag læt ein fotoframsýning upp í Norðurlandahúsinum um grønlendingar, men annars er ógvuliga lítið kunngjørt um tað føroyska listaárið. Á heimasíðuni hjá Listasavninum og Norðurlandahúsinum fæst ikki tað stóra at vita um 2011. Sambært túnatosi eru stórar framsýningar við Edward Fuglø og Jónu Rasmussen í væntu og Bárður Jákupsson fer at hava serframsýning í næstum í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Harumframt verða tær føstu framsýningarnar, Várframsýningin og Ólavsøkuframsýningin í Listasavninum, Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum og Heystframsýningin í Listahøllini. Listasøvn leggja vanliga ætlanir fleiri ár fram í tíðina og tessvegna skuldi einki verið í vegin fyri, at eisini vit í Føroyum gjørdi meira burturúr at formidla og reklamera fyri framsýningunum frammanundan, tí áhugin fyri listini er stórur og vaksandi.

Hesin áhugi verður staðfestur ymsastaðni av fjølmiðlafólkum uttanlands. Eitt nú skilst, at danir eru bilsnir yvir gongdina innan listasavnsøkið nú vitjanartølini fyri júst farna ár eru komin fram í ljósmálan. Ein skuldi hildið, at fíggjarkreppa og minkandi turisma skuldi havt við sær nógv færri listasavnsvitjanir, men eftir øllum at døma verður listin raðfest frammaliga, tí Aros, Glyptotekið, Louisiana og Statens Museum for Kunst hava øll havt nógv fleiri vitjandi í 2010. Jakob Fibiger er pressustjóri í Statens Museum for Kunst og hann heldur, at ein orsøk til, at 440.000 fólk, ið er hægsta vitjanartalið nakrantíð í SMK kann hava við ymisk cross over tiltøk at gera, t.d. tann væl vitjaða konsertin við Suicide, eins og framsýningarnar við Bob Dylan og Bjørn Nørgaard vóru serliga væl vitjaðar. Vitjanartalið á Glyptotekinum var 40 procent økt í mun til 2009 og framgongdin er galdandi sum heild á øllum listasavnsøkinum. Av donsku listasøvnunum er Louisiana tað best vitjaða og í 2010 vitjaðu 557.803 savnið í Humlebæk.

Uttan at hava nøkur tøl til taks, loyva vit á Listablogginum okkum at pástanda, at listaáhugin eisini er vaksandi í Føroyum og vit gleða okkum til nógvar góðar listaupplivingar í 2011.
(KP)