Thursday, January 27, 2011

Just Say Yes


Er tað eitt, vit her á listablogginum, aftur og aftur fáa lisið og páskrivað, so er tað, at vit skulu vera fittari og meira jaligar. Vit skulu halda uppat við at vera so forbannað gronutar og vit skulu leggja okkara ósjarmerandi atfinningarsama verimáta frá okkum. Í staðin fyri at miðsavna okkum listina og framsýningar og mentanartiltøk, skulu vit duga betri at síggja alt tað frálíka í mentanarpolitikkinum og í heila tikið vera blíðari, tá talan er um korini hjá listini.

Vit halda sjálvandi eisini sjálvar, at tað er klæðiligari at brosa enn at gronast og tí er dagurin í dag ein sannur fagnaðardagur. Nú er nevniliga okkurt at fegnast um og tað er tíðindaskriv frá Jógvani Arge, formanni í mentamálanevndini í Havn, sum vit seta inn her. Lesið, njóti hesi tíðindi á tremur við tí, okkum dámar allarbest: cool cash og serkøna nevnd. Herðaklapp og klapp. Ikki eitt tað einasta neiligt orð hiðani (í dag). Hurra!

Starvsløn í navni William Heinesens

Tórshavnar Býráð fer á fundi hóskvøldið at taka støðu til eitt tilmæli frá síni mentamálanevnd um, at býráðið á hvørjum ári letur einum listafólki í Havnar kommunu starvsløn í eitt ár.

Mælt verður til, at hendan starvsløn verður uppkallað eftir býarins heimskenda heiðursborgara Williami Heinesen, sum gjørdi vart við seg í bókmentum, myndlist, leiklist og tónlist.

Tórshavnar býráð er kent fyri at virða tann týdning, sum eitt virkið og fjølbroytt mentanarlív hevur, og tað gera vit enn betri við eini slíkari starvsløn, sum eftir uppskotinum kann latast listafólkum á skiftandi økjum.

Í stødd verður skotið upp, at starvslønin svarar til eina læraraløn í eitt ár. Sett verður ein serkøn nevnd, sum býráðið og listafólk velja, at taka støðu til, hvør skal hava starvslønina. Ætlanin er at lata hana fyrstu ferð í 2012.

Uppskotið um William Heinesen starvslønina varð longu nevnt í einum mentanaráliti, sum Tórshavnar býráð útvegaði fyri tíggju árum síðani. Stórur partur av uppskotunum í tí álitinum eru síðani framd, men uppskotið um William Heinensen starvslønina kemur nústani ítøkiliga á býráðsins borð.

Vit ásanna samstundis, at tørvur er á einum nýggjum dagførdum mentanaráliti fyri Tórshavnar kommunu. Nógv er hent á økinum hesi árini, og nógv nýtt er undir sólini. Spurningurin um nýtt og dagført mentanarálitið kemur tí til viðgerðar í næstum.

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn .


Reglugerð

Grein 1
William Heinesen var virkin í skaldskapi, myndlist, tónleiki og sjónleiki, og við sínum listaliga virki gjørdi hann Havnina kenda um allan heim. Honum til heiðurs letur Tórshavnar býráð á hvørjum ári starvsløn, ið ber navn hansara.

Grein 2
Starvslønin, kallað “Ársins William”, verður latin listafólki, ið hevur skapað verk, sum hevur havt týdning fyri føroyska list og listaligu menningina í høvuðsstaðnum ella til listafólk, sum hava víst serstakar gávur, ið eiga at fáa góðar umstøður at mennast. Listafólkið skal hava bústað í Tórshavnar kommunu.

Grein 3
Starvslønin samsvarar við eina ársløn hjá lærara í fólkaskúlanum í 21. lønarflokki, stigi 1, umframt frítíðarískoyti. Starvslønin verður goldin listafólkinum við einum tólvtaparti hvønn mánað í eitt ár.

Grein 4
Býráðið tilnevnir nevnd við fimm limum at gera av, hvør skal fáa ársins starvsløn. Nevndin verður vald av nýggjum eftir hvørt býráðsval. Trivnaðarstjórin er fastur limur í nevndini og er formaður. Býráðið velur 2 limir, og Listafólkasamband Føroya velur tveir limir í nevndina. Mentamáladeild býráðsins letur skrivara og kallar saman til fundar í nevndini.

Grein 5
Starvslønin, sum ikki kann søkjast, verður latin á føðingardegi William Heinesens, tann 15. januar á hvørjum ári. Nevndin er tó ikki bundin at lata virðisløn á hvørjum ári. Formaðurin í mentamálanevndini handar listafólkinum ársins William saman við skjali, har tilskilað er, hvørjar grundir nevndin hevði fyri at lata honum ella henni starvslønina.




(IS)