Friday, January 6, 2012

fýra bjarkir



har standa fýra bjarkir. ein tómlig sól
ið hongur lágt og nertir hvørki jørð
ella leyv sum er hon ongantíð vør
við ljósið men er ein vølva sum gól

til flatin var húð. strekt á eitt hjól.
og kóm í sjon til helvtar. býtt og hørð.
úr mold og blygd. eitt endurkvæmt slør
sum setir mark millum eind og skjól.

har standa fýra bjarkir. tað er stilt.
men okkurt hoyrist eftir. tað er eitt skav
sum íðkast í hvørjum. eini fjarlig boð

av greinum ið halda seglum fast og milt
sum æðrar tá faksið kembist afturav
og lógvin reisir sítt svarstygga flog.

Yrking: Carl Jóhan Jensen (1997)
Mynd: Marius Olsen (2010)