Sunday, December 26, 2010

Tankar úr Ælaboganum


Steffan Danielsen og aðrir...


Hugleiðing eftir Thomas Michael Smith


Tá ið bókin um Steffan Danielsen varð løgd fram og presenterað á Seglloftinum á Tvøroyri leygarkvøldið 6.novembur 2010, komu nógvir tankar og minnir fram fyri meg um Steffan Danielsen og fleiri av okkara listafólkum.

Meðan eg var leiðari í málingafakhandlinum "Ælabogin" hevði eg nokk so nógv við Steffan Danielsen at gera. Eg var har frá 1962-68 og í teirri tíðini var Steffan fastur kundi. Hann keypti mest lørift og blendrammur, men eisini tubufarvur og tað, sum har hoyrdi til.

Eg hevði lagt meg eftir, at hava eitt so stórt og gott úrval av kunstnarafarvum, fyrst og fremst tær ektaðu, dýru kunstnarafarvurnar, og sjálvandi eisini tær nógv bíligari studiufarvurnar, sum gjørligt. Fyrst - eina stutta tíð - vísti tað seg, at saman við tubufarvum, linolju, siccativi, mineralskum og vegetabilskum terpentini, var tað heilt sjálvfylgiligt, at eg mátti hava eitt fullfíggjað úrval av lørifti og blendrammum.

Steffan var ein serligur kundi, má eg siga. Hann kom rættiliga ofta inn í handilin, og keypti blendrammur og lørift, og sum oftast skuldi eg spenna løriftið uppá blendrammurnar. Tað gjørdi eg so, og at tað mangan var eitt heldur keðiligt og órógvandi arbeiði við síðuna av øllum tí arbeiðnum, sum annars er í einum málingahandli, væl at merkja uttan samsýning. Og tó - tá eg nú hugsi aftur um ta tíðina eg var í Ælaboganum, so er nógv - heilt nógv - at minnast og gleðast um at hava upplivað.

Eg gloymi ongantíð, tá ið Steffan ein dagin í nógvum skundi kom inn. Í hondini hevði hann eina rullu av lørifti. Hon var 45 cm breið, sá eg, men sá heldur tjykkri út, enn tá ið hann var og keypti hana. Hann segði: "Spenn hetta uppá blendrammur". "Ja", segði eg, "tað er gaman í", og tók rulluna frá honum, og fór at rulla hana upp. Har kom mynd eftir mynd undna, og á teirri triðju ella fjórðu - tað minnist eg ikki heilt - men líka mikið, tá hekk fastur ein stórur, rundur klattur á ranguni á løriftinum, sum var farin av myndini frammanfyri líka inn á bert lørift.

Eg segði við hann: "Hvat er at gera við hetta"?. "Tað veit eg ikki, koyr okkurt í hatta sjálvur, hatta er hvítt, men tað skal vera liðugt í morgin, tí tá skal Eirikstoft hava ta niðan á verkstaðið at ramma inn". So fór hann út ígjøgnum hurðina. Rullan var tíggju metrar long, og har vóru einar ellivu myndir á. Tað var mangan strævið, men hann var ein góður kundi. Tað skal eisini sigast, at hann brúkti heilt nógv av "Danox" oljumáling í 1 kilo blikkum, sum meira var ætlað til bygningsmáling, heldur enn zinkhvítt ella titanhvítt í tubum. Tær vóru jú eisini fleiri ferðir dýrari.


Annars, sjálvt um tað mangan var alt ov strævið í Ælaboganum, so má eg siga, tá ið eg siti og minnist, at eg hevði tað gleði, at flestu av størstu listarfólkunum vóru kundar hjá mær. Tað vóru, sum longu frásagt, Steffan Danielsen, Ingálvur av Reyni, Hans Hansen og Mikines, fyri at nevna nakrar. Hevði eg verið eitt sindur av einum samlara, so kundi mann iðra seg eitt sindur um, eitt nú tær mongu ferðirnar, tá ið William Heinesen var inni og keypti kunstnarafarvur, og altíð betalti við kekki. Hann skrivaði altíð upphæddina við vakrari hondskrift, og skrivaði fult navn undir. Kanska skuldi mann havt býtt ein sovorðnan kekk um við reiðan pening í peningakassanum og havt hann hangandi í glasi og rammu, men tað var, og er jú ikki loyvt. Tróndur Patursson var eisini onkuntíð inni á gólvinum, men hann leitaði mest í temperafarvunum sum eisini vóru at fáa.

Eitt sum eg ongantíð gloymi, var ein dagin tá ið Heðin Brú kom inn at keypa okkurt. Eg innan fyri diskin sjálvandi, og hann uttanfyri. Tá ið hann var komin soleiðis nøkulunda í helvt við tíð, hann spurndi um, ringdi telefonin, sum stóð á diskinum. Eg tók telefonina og segði halló. Tá segði Heðin Brú, "Eg kom framat áðrenn handan telefonin ringdi...". Ongantíð havi eg gloymt tað, og tað er jú púra rætt, sum Heðin Brú segði tá, og tað skuldi sjálvandi verið galdandi enn, hóast tað er rættilig ilt at gera so nógv við, meðan telefonin enn er í brúki, men tað verður nú helst ikki so leingi aftrat.

Hetta eru nakrir tankar, sum eg havi skrivað nú, síðan eg var á Seglloftinum suðuri á Tvøroyri, har John Dalsgarð legði fram bøkur frá forlagnum í Støplum. Har var upplestur úr fleiri verkum, og góður, stillur tónleikur. Fyri meg persónliga var tað serliga tað at William bróðir las upp úr bókini "Gagnligt lív". Tað var eitt sera væleydnað kvøld, men tað kundi verið væl betur uppmøting av fólki á Tvøroyri, men tað tíma tey ikki serliga væl, hóast rammurnar kunnu ikki vera betur í tí fantastiska umhvørvinum, sum Anna Kirstin Thomsen hevur fingið í lagi við nógvum knossi, og góðari hjálp frá góðum næstringum og vinum. Tað er ikki ov nógv sagt, tá ið eg haldi, at tað er besta og hugnaligasta staðið í landinum til øll hugsanid tiltøk av mentunarligum slag, ella bara til eitt rimmar ball.