Thursday, November 18, 2010

Tíðindaskriv: Konsert í Reinsaríinum



Leygarkvøldið 20. novembur kl. 19 verður stórfingin konsert í Reinsaríinum í Tórsgøtu í Havn. Heili 25 bólkar og einstaklingar fara at framføra á konsertini. Tey eru:

Terji Rasmussen, Guðrið Hansdóttir, Kim Hansen, Petur Háberg, Uni Arge, Jóan Petur á Stongunum, Rókur Jákupsson, Jewmanji Exorcism feat. Kaahl A. Störäh, Katrina Petersen, Kata, Lív Næs, Elin Heinesen, Sámal og Ronni, Líggjas Olsen, Debess Blues Station, Marius, Tróndur Enni, Petur Pólson, Gipsy Train, Lyon Hansen, DJ SPAZI, Bendar Spónir og Lost in France.

Stigtakari til konsertina er felagið Mentón, sum millum annað arbeiðir við at betra um korini hjá føroyskum tónleikarum og at fáa til vega eitt tiltrongt spælistað í høvuðsstaðnum. Allur ágóðin fer óskorin til sjálvbodna virksemið hjá hesum felagnum.

Átgongumerki á 100 krónur fáast við dyrnar. Høvi verður hjá øllum, bæði tónleikarum og áhugaðum, at tekna seg sum lim í felagnum hetta kvøldið.