Tuesday, November 2, 2010

Svartur Sannleiki



Hósdagin 25. november í 2010 kl 18:00 sýnir Steinbrá filmin ‘Svartur sannleiki’ (Primus Film 1999) í Norðoya Sparikassa í Miðlon. Filmurin er um Ingálv av Reyni, sum var føddur í Havn 18. desember 1920 og andaðist 26. november 2005.‘Svartur Sannleiki’, sum er frá 1999 og varir ein tíma, er fyrst og fremst um listaliga bardagan hjá Ingálvi av Reyni.

Sagt varð soleiðis um filmin, tá hann kom fram: 'Filmurin lýsir ein mann við kontrastum. Mildur móti øðrum, harður móti sær sjálvum. Føroyingur og heimsborgari. Djarvur og ivandi. Altíð ávegis, leitandi eftir nýggjum møguleikum og nýggjum leiðum. Við Ingálvi av reyni sum frásøgumanni ferðast vit í myndaheimi hansara. Ein málningur verður til. Hann teknar í Saksun, meðan árstíðir skifta. Og hann fer til París at leita sær íblástur, so at hann kann halda á at mála.Hetta er ikki ævisøgan um Ingálv av Reyni. Heldur er filmurin ein persónlýsing og roynir at lýsa nøkur sereyðkenni við listamanninum.'

Óli á Deild Olsen samskipaði filmin ‘Svartur Sannleiki’, sum Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen løgdu rættis. Tað er við loyvi frá teimum, at Steinbrá vísir filmin, nú níti ára dagur listamansins stundar til, hevði hann livað.

Limir í Steinbrá kunnu heinta ókeypis atgongumerki í grafiska verkstaðnum Steinprenti á Skálatrøð.

Norðoya Sparikassi bjóðar kaffi undan syningini.

Vinaliga
Steinbrá