Wednesday, November 17, 2010

Mentanartilfar í einum fullkomnum heimi

Í gjár reksaðu vit upp tíggju ymsar sjangrur í mentanartilfarinum í fjølmiðlunum. http://listinblog.blogspot.com/2010/11/ikast-til-kjak-um-ummli.html

Í dag fara vit at endurnýta somu kategoriir í eini roynd at tekna eina mynd av hvussu mentanartilfar átti at verið raðfest í einum fullkomnum heimi. Vit kunnu avdúka, at vit ikki sjálvar liva upp til hesa mynd, men eitt lagkøkudiagramm duga vit at gera.


Soleiðis er tað nú:



Soleiðis er tað í tí fullkomna heiminum:


Tað er eitt sindur umstendiligt at koma við viðmerkingum her á listablogginum, men vit eru sera fegnar, tá summi allíkavæl gera tað. So stuðlið mentanarkjakinum og skrivið til okkum antin her ella á listinblog@gmail.com


(IS)