Saturday, October 9, 2010

TÍÐINDASKRIV: TROTABÚGV Á TJÓÐPALLINUM.

Nei,tað er ikki bara í fíggjarheiminum at alt fer á heysin. Næsti leikur hjá Tjóðpalli Føroya er ein søga um at fara av knóranum av berum kleyvarskapi. Tey sum eiga “Kirsiberjagarðin” vilja ikki hoyra sannleikan, men halda bara fram at oyðsla sum um eingin dagur var í morgin. Forbrúkið bara økist, eingin vil síggja sannleikan í eyguni fyrrenn tað er ov seint, og tá yvirtøkan kemur er tað onkur annar sum hevur skyldina.

Ljóðar hetta kent? Merkiligt, tí sjónleikurin “Kirsiberjagarðurin” sum verður frumsýndur 23. oktober á Tjóðpallinum, er skrivaður í 1904! Rithøvundin, Anton Tjekhov, telist millum fremstu leikskøld í heiminum – nummar tvey aftaná Shakepspeare, sigst. Fýra leikir skrivaði hann áðrenn hann doyði, bert 44 ára gamal, men hansara leikir hava hugtikið heimin síðani. Tjekhov dugdi at lurta eftir fólkið, og dugdi at fanga vanligt samskifti millum fólk, og festa tað á blað. Í veruleikanum var hann tann fyrsti leikhøvundin sum skrivaði “soleiðis sum fólk tosa” – altso vanligt gerandisprát. Tó er tað ikki soleiðis, at hansara persónar bara tosa um veðrið; nei, tá onkur í einum Tjekhov-leiki tosar um veðrið, so er tað heilt vist tí hann ikki torir at siga tað, hann kundi hugsa sær at sagt. Tjekhov var eisini sera varur við hvat rørdi seg í samfelagnum og samtíðini, og hvussu løgið tað so ljóðar: hansara leikir hava tann merkiliga eginleikan at teir vóru dagsaktuellir tá, men teir hava ikki mist sín dagsaktuella dám, hóast høvundin hevði fylt hálvtannaðhundrað í ár, hevði hann livað.

Ljuba Andrejevna, sum eigur góðsið við tí ómetaliga vakra kirsuberjagarðinum, kemur heim eftir at hava verið uttanlands í fimm ár. Bróður hennara Leonid og stjúkdóttirin Varya hava roynt at hildið góðsinum flótandi hesa tíðina, men nú sær út til at garðurin skal á tvingsilssølu. Forrættningsmaðurin Lopakhin roynir at yvirtala tey til at útstykkjað garðin til summarhús, og soleiðis ofra tann vakra garðin, men bjarga sær peningaliga. Hesum er Ljuba sterkt ímóti, hon vil hava Kirsiberjagarðin at standa sum hann altíð hevur gjørt, men hon hevur einki boð uppá hvussu trupulleikarnir kunnu loysast. Og meðan tey øll halda fram at brúka pengar og vóna at ein loysn fer at koma, nærkast tvingsilssølan í heilum.

Tjekhov er altíð ein stór avbjóðing hjá einum og hvørjum leikara og leikstjóra, og her verður ikki talan um eina traditionella, klassiska uppseting, men um eina modernaða tulking. Persónarnir í leikinum halda lívið vera eina langa veitslu, og tað sæst aftur í sýningini. Salurin á Meiarínum verður brúktur á heilt sermerktan hátt, og leikstjórin lovar eitt satt fýrverk av eini uppliving.

Leikstjórin, Guðjón Pedersen, setti upp “Aftaná Undrið” eftir Jóanes Nielsen í fjør. Eisini tá gjørdi Elin Edda Árnadóttir búnar, og afturat teimum er komin Finnur Arnar Arnarson sum ger pallmyndina. Árni Baldvinsson stendur fyri ljósið og André Niclasen hevur týtt leikin úr russiskum.

Ikki færri enn tólv leikarar eru við, og verður hetta sostatt størsta uppseting higartil á Gamla Meiarínum. Leikarar eru Birita Mohr, Barbara Christophersen, Katarina Nolsøe, Súsanna Tórgarð, Mariann Hansen, Bárður Persson, Hans Tórgarð, Páll Danielsen, Egi Dam, Kári Øster, Hjálmar E. Dam og Kjartan Hansen, ið hevur nomið sær sjónleikaraútbúgving í Luleå í Svøríki og leikar fyrstu ferð á Tjóðpallinum.

Frumsýningin verður 23. oktober á Gamla Meiaríið í Tórsgøtu.