Friday, September 24, 2010

Hugans meistaraverk

Arnold Vegghamar


"Summu siga, at mínar myndir vóru betri fyrr… Kanska hevur man verið í hæddini og er á veg niðuraftur nú" helt sjálvatfinningarsami listamaðurin, Arnold Vegghamar (f.1937) stillisliga fyri sunnukvøldið í sjónvarpssendingini Frætt & Fregnað. Listamaðurin av Viðareiði er á breddanum í løtuni við framsýningini "Á aðrar leiðir", sum er at síggja í Listasavninum hetta til 24.oktober. Framsýningin er góð og kann tað viðmælast øllum at fara niðan at hyggja. Spurningurin er bara um framsýningin er so mikið góð, sum hon eigur at vera, tá hon umboðar eitt av okkara mest originalu og serstøku samtíðarlistafólkum.

Afturlítandi
Bæði nýggjar og eldri myndir eru at síggja á framsýningini, sum sostatt í ein vissan mun gevur innlit og yvirlit yvir lívsverkið hjá Arnoldi Vegghamar, ið er sjálvlærdur listamaður, sum byrjaði at mála í 50´unum og sum luttók á Ólavsøkuframsýningini longu í 1957. Hann var eisini ein av næmingunum á stokkuta, men gitna Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban høvdu á vetri 1958-59. Arnold Vegghamar hevur m.a. starvast sum gullsmiður, men seinastu trettan árini hevur hann málað burturav sum yrkislistamaður. Listin hjá Arnoldi Vegghamar er av tí slagnum, sum tú minnist framum aðra list og tí gloymi eg ongantíð fyrstu ferðina, eg upplivdi hansara myndir. Tað var meðan ein Ólavsøkuframsýning varð fyriskipað fyri eftirhondini mongum árum síðani í Listaskálanum. Verkini hjá Arnoldi vóru júst pakkaði út, men sjálvt um tey stóðu tilvildarliga slongd hvørt um annað á gólvinum, var greitt beinanvegin, at talan var um serstøk listaverk, sum tað ikki bar til at ignorera. Hóast myndevnini vóru vanlig føroysk myndevni við lýsingum av haga, bygd og lending, var úttrykkið í hesum glitrandi fepurheitu litunum nakað heilt fyri seg.



Menning

Á framsýningini í Listasavni Føroya sæst hvussu Arnold Vegghamar hevur roynt ymsar málihættir frá nøkrum nokkso naturalistiskum og impressionistiskum ella litføgrum pointillistiskum landsløgum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann ger í dag. Stílurin í myndunum hjá Vegghamar liggur onkrastaðni millum ekspressionismu og naivismu, men einfaldastu myndir hansara tykjast sera originalar á sama hátt sum myndirnar hjá einum øðrum outsidara, Steffani Danielsen vóru tað.
Og sjálvt um landslagið í summum myndum hjá Arnoldi Vegghamar er so mikið bjartlitt, at grótið er átøkt bommum, er talan ikki um elskuligar eydnumyndir. Tvørtur í móti tykist huglagið í menniskjatómu landsløgunum ofta dapurt og ørkymlað á sama hátt sum hjá áðurnevnda Nólsoyarmálara og eisini hjá Edvardi Munch t.d. í myndini "Fløtan" (1991) av einum smáum violettum húsum, ið tykjast nærum glatað í stora, sterka landslagnum, sum gløðir og darrar í grønum og reyðum, bláum og orange mótsetningslitum. Sum so ofta hjá Vegghamar kennist tað eins og litirnir skríggja móti hvørjum øðrum í einum klaustrofobiskum myndaheimi, ið gevur hugasamband við flykrandi fepursjónirnar hjá Vincent Van Gogh.

Skjóttlisin bók

Í sambandi við framsýningina hevur Listasavnið givið út bók á føroyskum, donskum og enskum um listamannin, sum Dagmar Warming hevur skrivað tekst til. Hóast tað ikki tók meira enn nítjan og ein hálvan minutt at lesa tekstin, ætli eg mær ikki í holtur við at brúka meg um grunnleikan í mongu listabókunum, sum Listasavn Føroya gevur út. Til tað eri eg alt ov fegin um endiliga at eiga eitt savn av myndum hjá framúrskarandi listamanninum av Viðareiði á bókahyllini, har eg til eina og hvørja tíð kann blaða upp og hyggja eftir einari av hansara áhugaverdu myndum. Eg las danska upprunatekstin, sum er væl skrivaður og lættur at lesa og sum er einar fjúrtan síður til longdar við neyðturviligum upplýsingum um listamannin og hansara lív og um hansara støðu í føroyskari og europiskari landslagslist. Í bókini verður gjørt vart við, at Øssur Johannesen hevur tøkk uppiborna fyri sítt arbeiði og tað er gott, tí mær vitandi, arbeiddi hann nokkso leingi við bókaætlanini. Føroyska og enska týðingin eru ikki nóg væl rættlisnar t.d. verður Malinsfjall ikki konsekvent stavað í týðingini; "Marlinsfjall" og "Malingsfjall", umframt at tann føroyska týðingin sum heild ikki er góð, helst orsakað av, at hon er ov trúgv mótvegis upprunatekstinum og at føroysku orðingarnar harvið kennast eitt sindur danskar (t.d. "hendurnar sótu væl á unga manninum" og "Café-myndin.. er enn eitt dømi um eina "einliga svalu" frá arnoldi", eins og onkur bendingarvilla er í føroyska tekstinum. Villur eru altíð harmiligar, men man má bara ásanna, at tað eyðsýniliga ikki er lætt at sleppa undan villum í sambandi við bókaútgávur.


Náttúran sum myndevni

Tað er áhugavert at lesa í bókini, at Arnold Vegghamar ongantíð hevur sæð myndir hjá Van Gogh í veruleikanum, men bert í bókum, tí onkrar myndir hjá Vegghamar minna heilt nógv um tær hjá Van Gogh bæði í málihátti og í litavali. Løgið, at Arnold Vegghamar ongantíð hevur verið á Glyptotekinum mitt í Keypmannahavn, har tey eiga onkra fantastiska mynd hjá Van Gogh, ið orsakað av pastosa máliháttinum sær heilt øðrvísi út í veruleikanum enn í ymiskum eftirgerðum, í bókum osfr. Men tá undirritaða í onkrum ummæli hevur nevnt ein vissan skyldskap millum Viðareiðismálaran og stóra ekspressionistiska og modernistiska vegaran, so havi eg í grundini ongantíð ró framundir, at Vegghamar er nakar hermari, tí til tað er hann alt ov egin listamaður, ið gongur sínar heilt egnu listarligu leiðir. Dagmar Warming skrivar rættiliga nógv um náttúruna á Viðareiði og av hesum nátturulýsingum fær lesarin varhugan av einum bergtiknum, útlendskum høvundi: "Arnold Vegghamar hevur hesi seinastu árini lagt stóran dent á tað, sum er beint í nánd: Malinsfjall, útsýnið yvir Fugloy, húsini á Viðareiði og lendingin við útsýni yvir Múlan og Kunoyarnakkan, sum reisir seg meiri enn 820 m loddrætt úr havinum. Ein túrur við útróðrarbáti á havinum, beint norðan fyri Føroyar, er ótrúliga vakur, tá ið veðrið er til vildar. Men reisir sjógvurin seg, er vandin altíð til staðar…" (s.68) og "Eisini ein sólskinsdag á vári kann tindurin á Malinsfjalli gerast báur, og niðan fyri hamrarnar liggja grønir og reyðir litir lið um lið Tað sæst á tí fjálga gula litinum, at várið er komið í deldina. Kanska er alt hetta gula, sum hevur tikið ræðið á teimum grønu flatunum, mýrisóljur…" (s.67).


Serstaka fatan listamansins

Um hugt verður eftir afturvendandi myndevnunum hjá Vegghamar er als ikki løgið, at høvundurin skrivar um Malinsfjall og vøkru náttúruna á Viðareiði, men sjálv havi eg í grundini ongantíð hugsað so naturalistiskt í sambandi við myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar. Framsýningin hevur eins og teksturin hjá Warming fingið heitið "Á aðrar leiðir", men hon kundi eins væl itið "Egnar leiðir" ella "Hugans leiðir". Tað serstaka við myndunum hjá Vegghamar kemur hvørki av serligum landafrøðiligum ella ævisøguligum áðum, men er sálarliga grundað í serstaka sinni og fatan listamansins. Í hesum sambandi var tað stuttligt at hoyra samrøðuna, sum Tórður Mikkelsen gjørdi við listamannin í omanfyrinevndu sending. So serstakur sum Vegghamar er, kundi hann ikki droymt um at gjørt sum vit vanligu, ósemjuræddu og bara geva tí spyrjandi rætt í tí, hann spyr um. Tá hugagóði og fegni sjónvarpsmaðurin spyr um ikki hetta landslagið á Viðareiði er til stóran íblástur hjá listamanninum, sigur Vegghamar heilt einfalt: "Noy", at tað heldur hann ikki, tí nú hevur hann verið har á Viðareiði so leingi.



Betri uttan rammur

Ein listaframsýning hjá einum so kompromileysum og dugnaligum listamanni sum Arnold Vegghamar skal kennast sum at fáa ein frammaná hjá áskoðaranum, men til tað tykist úrvalið á framsýningini ov tilvildarliga skipað og valt út. Tað ber væl til at gera eina retrospektiva framsýning og hava nýggjar myndir við eisini, men um góðskan ikki er heilt í topp á øllum myndunum, er tað brádliga sum um henda royndin at seta seg á tveir stólar í senn nervar áskoðaran. Myndirnar hjá Vegghamar rigga betri uttan rammur og í øllum førum er tað ørkymlandi fyri framsýningarupplivingina, at summar myndir eru rammaðar inn í gullrammur, meðan aðrar eru rammaðar inn í trærammur. Kanska eru eisini ríkiliga nógvar myndir við á framsýningini. Tær mongu smáu nýggju myndirnar við hvítmálaðum húsum eru als ikki vánaligar, men motivatiónin at taka tær við á framsýningini tykist meira kommersielt enn listarliga grundað og soleiðis skal ikki vera á Listasavni Føroya, ið sjálvandi skal hevja seg upp um vanligt gallarívirksemi

Sigrar í tí einfalda

Orsøkin til, at summi halda, at myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar vóru betri fyrr í tíðini, hongur saman við hesi serligu fatan listamansins, ið er langt framman fyri vanliga fatan. Listamarknaðurin er soleiðis háttaður, at tað ofta tekur longri tíð hjá teimum, ið veruliga bróta burtur úr nýggjum, at vinna frama millum fólk. Tá so eitt tílíkt listafólk endiliga hevur vunnið sær vegin fram til almenna viðurkenning, hendir tað løgna, at krøv og vónir verða sett til hansara nýggju verk, at tey helst skulu líkjast verkunum, sum hann gjørdi fyri tjúgu árum síðani. Gomlu myndirnar hjá Vegghamar eru framúr góðar, gamaní og litavalið er serstakt, tó at tær myndevnisliga og í málihátti eru meira vanligar og kundu minnt eitt sindur um William, Mikines, Tommy osfr. Sum heild eru tær nýggjaru myndirnar nógv meira originalar, t.d. tær merkiligu ovursjónirnar av grøngula og ljósareyða fjallinum við loyndarfullum ljósabláum ella hvítum steinum. Hesar myndirnar eru løgnar, so ovurhonds einfaldar tær eru uttan serligar detaljur ella ta stóru rúmkonstruktiónina, men tað er júst í tí einfalda, at hesin listamaðurin sigrar totalt. Eg havi varhugan av, at Arnold Vegghamar júst í hesum árum er í ferð við at mála sínar bestu og týdningarmestu myndir og eg gleði meg at síggja tey framtíðar meistaraverk, ið verða skapað í hansara hugaheimi beint nú.