Tuesday, September 7, 2010

Fólkaogn í Føroyum


Annika Hoydal


Tó at bløðini á trøunum enn eru grøn, eru tey spakuliga farin at síggja eitt sindur lúgvað og tung út eins og vespurnar, ið nú at kalla vagga runt í leysari luft, eyðsýniliga uttan mál ella mið. Skjótt gongur tíðin og áðrenn vit vita av tí, er summarið eitt av teimum, sum vit hyggja aftur á.

Hetta summarið vitjaðu fleiri av av okkara listafólkum í útlegd heim, m.a. luttók Annika Hoydal í tvinnum stórum tónleikatiltøkum við framførslum, ið játtaðu hennara støðu sum fólkaogn í Føroyum. Vit á Listablogginum hava spurt Anniku Hoydal og fregnast um hvat hon ger fyri tíðina og hvussu hon upplivdi framførslurnar í summar.


Annika Hoydal býr í miðbýnum í Keypmannahavn og starvast har, kunnu vit siga, sum eitt slag av mentanarligum ambassadøri fyri Føroyar við at framføra føroyskt tilfar til ymisk tiltøk. Hon hevur havt nógvar framførslur við skiftandi skráum, sum hon hevur sett saman soleiðis, at hennara áhoyrararar fáa ein smakk av ymiskum føroyskum yrkjarum bædi í sangi, upplestri og frásøgn. Sum dømi nevnir Annika tekstir hjá Róa Patursson, Gunnari Hoydal og Williami Heinesen. Okkurt er humoristiskt, meðan sumt er meira álvarsligt: "Eg plagi at lesa ein prosatekst hjá Williami, eitt brot um sápublødruna og ævinleikan ella "Hvad er tid", sum stendur í "God Aften Måne, God Aften min Ven" og syngi einar tveir sangir av fløguni: "Stjerner mine venner". Hjá Gunnari syngi eg blandað úr fleiri fløgum, men lesi eisini ein tekst, sum eg havi fingid loyvi at klippa burtur úr einum størri høpi. Hann eitur "Ljós" og eg brúki hann sum upptakt til sangin ljós av fløguni "Havid". Hjá Róa syngi eg av fløguni "Spor í sjónum" og lesi yrkingina "Regn"".



Annika Hoydal er helst kendast í Føroyum sum songkvinna, meðan hennara leiklutur sum tónaskald er minni kendur og tað er í grundini løgið, tí fáur man hava gjørt so frálík løg sum hon, t.d. á nýggjaru útgávuni við barnasangum "Til børnini hjá børnunum". http://www.hoydal.dk/mp3/drongur.mp3 men eisini eldri løg sum t.d. "Aldan", ið er vorðin fastur táttur í føroyskum felagssangi. http://www.youtube.com/watch?v=ih4amTkl8M8 eru góð dømi um hennara hegni sum lagasmiður.


Hennara summarupplivingar heima í Føroyum byrjaðu í mai til stóra tiltakið í saltsiloini á Drelnesi, Salt í Sárið. Sambært ummælarum var nógv sungið við, tá Annika framførdi á hesi konsertini og hetta hevur helst givið fyrireikarunum til G!Festivalin hugskotið at fáa Anniku Hoydal og teir at syngja fyri á stóru sangløtuni á G!Festivalinum. Tónleikabólkurin "teir" eru Jógvan Dahl, ið eisini plagdi at spæla saman við Anniku í Harkaliðnum, og so teir báðir Eyðun Mohr Hansen og Kaj Johannesen, sum eru lagstir aftrat bólkinum. Sum skilst var løtan var sera væl eydnað og fólk sungu við av fullum huga. Annika sigur sjálv: "Alt var nostalgi, men tað var uppgávan. Øll sungu við og tað var ordiliga stuttligt". Hon leggur aftrat, at maður hennara, ið upplivdi stóra fólkamongdina gjørdist veruliga rørdur av at síggja, at øll, ung sum gomul sungu tað dýrasta tey vóru ment "Dukka mín er blá" og allir hinir kendu sangirnar, sum Annika syngur og sum gera hana til fólkaogn í Føroyum.
(KP)


regn

ein morgun stendur dóttir mín
og hyggur út gjøgnum vindeygað
regn og vindur hava herjað náttina
hon skuddar sær og sigur
"tað regnar í allari verðini"

eg hyggi út og nú og nú síggi eg tað týðuliga
ja - tað regnar í allari verðini

tað regnar í harlem og tað regnar í babi yar
tað regnar í rovaniemi
sum reisist úr øskuni
og plantar hjartarøtur
í menniskjuni

tað regnar í valparaiso
og tann kalda vætan pískar
løturnar til deyðis

tað regnar í havn
og terrorbalansan speglast í vegnum

tað regnar á tónaskaldið
og rytmurnar drukna í nótablaðnum

tað regnar á bókasavninum
og tað lekur millum teori og praksis

tað regnar á tí evstu strondini
har samtalan grør og doyr

tað regnar á teg og meg
og okkara royndir at liva

tað regnar í hølunum á skundmiklum døgum
tað regnar í øllum lívligum røddum
tað regnar í øllum barnasøgum

dagurin kemur við einum farra a blóði
og litar kvøldini sum koma
jú - eg skilji tað tú sigur
tað regnar í allari verðini

s. 33-24 í Líkasum hjá Róa Patursson