Wednesday, August 4, 2010

Frálíkt útsýni til oyruni


Útsýni

Yrkingasavnið Útsýni er miðdepil í samstarvi millum listamenninar Tórodd Poulsen og Kim Kristensen, sum saman við royndum tónleikarum høvdu eina áhugaverda jazz ´n´poetry framførslu í Klingruni í Norðurlandahúsinum 30.januar í ár. Finnur Hansen stóð fyri upptøkuni vegna Kringvarpið í sambandi við tiltakið Vetrarjazz og Tutl hevur nú givið hesa tónleika- og yrkingahappeningina út á fløgu. Kim Kristensen er ein veruligur kapasitetur innan modernaðan jazz og Tórodd Poulsen kenna vit sum royndan yrkjara og myndlistamann, eins og hann einsamallur og saman við øðrum hevur givið fimm fløgur út.




Nú er sostatt eingin umbering meir hjá teimum, ið ikki tíma at lesa yrkingar, tí nú er høvið komið at lurta eftir yrkingum, meðan tú vaskar upp ella gert eitthvørt annað skilagott. Úrslitið fær illa blivið annað enn gott við so mikið royndum tónleikarum sum Kim Kristensen, ið spælir klaver og syntheziser, Herluf Lützen, ið spælir guitar, Rógva á Rógvu, sum spælir trummur og Mikael Blak, sum umframt at spæla bass eisini roynir seg sum thereminleikara. Tóroddur Poulsen er royndur upplesari og hansara leikandi musikalitetur kemur til sín rætt í intuitiva samstarvinum við teir frítt improviserandi tónleikararnar. Úrslitið er spennandi, ófyrisíggjandi og umboðar nakað nýtt í føroyskari tónleikaútgávu. Dynamiski og vakri fløguhúsin leggur eina myndlistarliga dimensión aftrat eini frammanundan stórari ljóðligari uppliving av fløguni Útsýni, sum m.a. er at fáa í handlinum hjá Tutl á Glade Hjørn har skaldið fer at signera fløgur leygardagin 7.august.