Sunday, July 18, 2010

YNDISLIST - Oddfríður Marni Rasmussen um Robert Smithson

YNDISLIST - Listin hevur biðið ymisk fólk um at skriva nakrar ella nógvar reglur um eitt listaverk, ið hevur gjørt teimum serligan mun. Komandi tíðina fara hesar forvitnisligu reglur at vera almannakunngjørdar her á listablogginum. Vit byrja í dag við hugleiðing, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur gjørt sær um listamannin Robert Smithson.



Staður/óstaður

Ein hugleiðing um Robert Smithson og egnu yrkingar mínar

Oddfríður Marni Rasmussen


Ein av yndislistamonnum mínum er amerikanski listamaðurin, Robert Smithson. Robert Smithson var føddur í 1938 og doyði í 1973 í Texas, meðan hann var við at taka loftmyndir í sambandi við verkið Amarillo Ramp. Flogfarið, sum Smithson var í, datt niður. Eitt av kendastu listaverkum hansara er Spiral Jetty, ið liggur í Great Salt Lake í Utah. Verkið varð liðugt í 1970.





Robert Smithson menti sína list frá teknirøðkendum myndum, umvegis málningalist og til tað, sum vit í dag kalla fyri “land art”. Land art listina menti hann við at lesa skaldskapin eftir William S. Burroughs og J.G. Ballard. Serliga úrklipsbøkurnar hjá Burroughs góvu Smithson nógvan íblástur. Í úrklipsbókunum skapti Burroughs sín egna heim við klippum frá bløðum, myndum, sum hann tók, tekningum og tekstum, sum skaptu ein visuellan og orðligan heim.

Spiral Jetty er eitt listaverk, sum ikki altíð er sjónligt. Nógva saltið í vatninum ger, at verkið til tíðir er ógvuliga sjónligt. Heita veðrið ger at vatnið dampar, og tá kemur verkið undan kavi. Tá ið tað regnar illa er verkið undir í vatni. Soleiðis geva náttúrurviðurskiftini listaverkinum eina eyka rúmd, sum er tengd at náttúrumáttinum.

Øll tey seinnu listaverkini eftir Smithson vóru tríbýtt. Fyrsti parturin var ein ritroyndarkend frágreiðing um, hvørjar tankar listamaðurin hevði um verkið, hann fór at skapa. Eitt slag av dagbók, eins og úrklipsbøkurnar eftir Burroughs, har allar heimspekiligar, estetiskar og persónligar hugleiðingar vórðu ritaðar niður á pappír. Næsti partur var sjálvt listaverkið, meðan listamaðurin í triðja partinum gjørdi film um listaverkið. Filmurin, sum Smithson náddi at gera av Amarillo Ramp , kan síggjast á heimasíðuni: http://www.robertsmithson.com/films/films.htm Her flýgur listamaðurin móti snyrilinum í Amarillo, meðan han greiðir frá tilfarinum, sum listaverkið er gjørt úr, støddini og hvønn veg tað vendir.

Frá tómrúmum til rúm

Í desember mánaði í 1999 var ein retrospektiv framsýning við listaverkum frá 1955 til 1973 eftir Robert Smithson í Arken í Ishøj. Henda framsýning sýndi verk og listarligu menningina hjá Smithson.

Tað, sum fangaði meg mest við hesari framsýningini, var menningin og so tann parturin av hansara arbeiði, sum Smithson kallaði Site/nonsite. Tað liggur nógv í hesum heiti. Á enskum merkir orðið staður, men av mátanum orðið verður úttalað, kann tað eisini merkja útsjónd ella at bera eyga við okkurt. Ringt er, at týða hetta hugtakið til føroyskt, men staður/óstaður er eitt boð.

Smithson hevði ikki serliga nógv til yvirs fyri listasøvnum. Sjálvur sigur hann í einari av sínum mongu ritroyndum:

At vitja eitt listasavn er at fara frá einum tómrúmi til annað. Á veg gjøgnum listaskálan verður áskoðarin førdur fram at lutum, sum einaferð vórðu nevndir “myndir” ella “standmyndir”. Anakronismur hanga á veggjum og loypa út úr øllum krókum. Meiningsleys evni treingja seg á. Ymiskur órøkjuskapur broytist til følsk vindeygu (rammur), ið lata seg upp fyri hinum sanna tómleikanum. Tann eina niðurslitna myndin viskar burtur inntrykkið av hini næstu og drepur motivatiónina hjá einum. Blindur og sansaleysur heldur ein áfram við at reika runt í restunum av Europa bara fyri at enda í fullkomiligum sviki, ‘listasøguni úr nýggjastu tíðini’.

Sjálvur havi eg eisini eina tílíka fatan av føroyskum skálum, ið sýna fram føroyska list. Ofta gongur tú gjøgnum hesar skálar og tað, sum sæst út gjøgnum vindeyguni hevur størri listarligt virði, enn tað, sum sýnt verður fram. Keðiligt, men satt. Tíanverri.

Tekstirnir eftir Smithson eru ótømandi ástøðiligar keldur til hvussu list hansara skal skiljast og hvussu hon stendur seg samanborið við aðra list. Smithson var ómetaliga vitandi og væl orðaður listamaður og tá ið hann skuldi argumentera fyri sínum sjónarmiðum, kundi hann tosa í tímar. Hann vendi ofta sínum egnum niðurstøðum við fyri at koma til nýggjar niðurstøður. Danin, Erik Thygesen, hevur týtt tekstir hansara, og tá Smithson fekk tekstirnar á einum fremmandum máli, sat hann leingi og hugdi eftir hesum nýggja málinum, sum hansara tekstur var latin í. Hann var bergtikin av, at hansara tankar nú vóru tiknir úr sínum móðurmáli og fluttir í eitt mál, sum hann ikki kendi. Teir vórðu við øðrum orðum fluttir úr einum staði, sum hann kendi væl og yvir á ein óstað, sum hann ikki kendi nakað til, men har orðini enn vóru har. Á sama hátt var hann rúnarbundin av tí, sum hann gjørdi við sínum listaverkum. Smithson var heilt frá barnsbeini hugtikin av tí nátúrusøguliga økinum. Sum ein annar vísindamaður kannaði hann tey ymisku miniralini, ið vóru í náttúruni. Hetta forvitnið bar hann við sær alt lívið.

Tá ið talan er um staður/óstaður hugtakið, so er tað sum, at listamaðurin tekur ymiskt, sum finst í náttúruni inn á listaskálar og blandar hetta saman.



Verkið A nonsite, Franklin, New Jersy er frá 1968. Á myndini síggja vit fimm kassar við gróti. Á vegginum hongur mynd av sama skapi, sum kassarnir hava, men á veggjamyndini síggjast landakort yvir økið Franklin í New Jersey. Grótið, sum liggur í køssunum er tikið úr sama staði, sum kassarnir í veggjamyndini vísa. Við hesum hevur Smithson tikið staðin inn í ein óstað og kann á henda hátt kjakast um hvør staður er hin rætti ella ikki. Staðurin, sum er har, nevniliga James Cohan Gallery, hevur eina standmynd, sum er tikin úr einum óstaði, Franklin New Jersey, ið bert er til staðar sum ein mynd, hóast grótið í køssunum gevur eina tilfarsliga ábending um tann staðin. Hetta knýtir saman tað, sum ímyndin myndar.

So kann hin gløggi lesarin jú sita og siga, at alt tilfarið, sum verður hongt upp ella stendur á einum listasavni, jú ikki hoyrir til staðin. Tað kann væl vera, men tað verður ikki tilskilað á málninginum, at løriftið er úr Danmørk og rammutræið er úr Svøríki o.s.fr. Hjá Smithson gerst sjálvt tilfarið ein stórur partur av tankanum um listaverkið og skal eisini hugsast inn í sjálvt verkið.

Mín egni staður/óstaður

Eg havi síðani eg sá framsýningina við Robert Smithson á Arken í 1999 havt stóran áhuga fyri júst hesi hugsan hansara um stað/óstað, og eg havi eisini brúkt hetta í mínum yrkingum tey seinastu árini. Eg fari her at nema við annan partin í yrkingsavninum Lívrám sum kom út á Sprotanum í 2008. Tann parturin av yrkingasavninum, sum eitur “Sum pína í myrkrinum”, snýr seg um at gera tað óítøkiliga ítøkiligt. Yrkingarnar royna at greiða frá hvussu ein hevði følt tað, um ein varð jarðaður livandi. Spurningurin er, hvørt tað yvirhøvur ber til at skriva um nakað eftir-jarðligt við einum jarðligum máli. Til hetta havi eg nýtt orð, sum eru ein blandingur av vesku, mold og tí lívi, sum finst í moldini. Úr orðunum havi eg skapt myndberingar, sum eru ógvuliga torskildar, og sum eru á markinum til ikki at kunna greiðast sundur. Samstundis sum deyðin er óítøkiligur (vit skilja hann ikki), so er hann samstundis ógvuliga ítøkiligur, tí at vit øll skulu doyggja, óansæð hvussu víkir og vendir. Tíðin oman á jørðini finst bara sum órógv, meðan tað kropsliga forfallið, ið er undir jørð hevur sítt egna lív, sum er harmoniskt við rotnandi kjøti. Myndberingarnar gerast tí groteskar. Við at draga eitt mál úr einum staði (lívinum) og flyta tað í ein óstað (deyðan), so gerast myndberingarnar livandi og dramatiskar og mestsum klaustrofobiskar. Eitt dømi er hetta: Meðan hetta órógvið válkar sær millum fjøllini / Hóma míni sjónsprongdu eygu / Blóðkýli græla undir húðini. Her hava við í fyrstu reglu tað, sum gongur fyri seg millum fjøllini, og sum órógvar. Hetta órógvar meir enn tað, sum fer fram í eg-persóninum, sum er so mikið ógvisligt, at sansirnir verða blandaðir saman, sjónin hoyrir og hoyrnin sær. Við hesum verður týdningurin fluttur úr einum staði og í ein óstað. Nú skal hetta ikki vera nøkur lesivegleiðing, men hevur lesarin hetta fyri eyga, so er hann á rættari leið. Staður og óstaður taka yvir hvørt annað, eðan tað óítøkiliga gerst ítøkiligt og øvugt.

Seinni havi eg skrivað tvær yrkingar til eina framsýning eftir Oggi Lamhauge, sum var á Kunningarstovuni í Havnini í 2007-2008. Eitt listaverk varð sýnt í vindeyganum um mánaðin í eitt heilt ár. Vit vóru nakrir høvundar, sum skuldu skriva eina yrking til hvønn mánaða. Yrkingin, eg her fari at taka fram, er skrivað til desember mánaða, og eitur hon “Staður/óstaður” eftir sama leisti, sum Smithson arbeiddi. Her hevur Oggi tikið malargrót úr fjøruni og lagt tað í ein runding. Við hesum hava vit við rundingin at gera bæði í tí, náttúran hevur skapað, og eisini í mátanum, listamaðurin hevur lagt malargrótið. Oggi hevur síðani fotograferað listaverkið




staður/óstaður



[desember]

grund í rúmlendi

sipar til ólotað umfar



máað burtur

í sorgtungari bylgju



millum havlýdna ógerð


Í yrkingini havi eg roynt at brúkt orð, sum hava ljóð í sær, sum liggja tætt upp at o-ljóðinum. Hetta fyri at fáa rundingin við. Orð, sum “rúm” og “umfar” benda á okkurt runt, tá ið tey verða sett í samband við myndina. Eisini royndi eg at finna fram orð, sum høvdu við okkurt ótemjandi at gera, eins og havið er ótemjandi. Úr hesum koma orð sum “lýðin”, “ógerð” og “bylgja”. Samstundis sum tað villa, so er tað forankraða, eisini til staðar í orðinum “grund”. Tað søguliga kemur eisini við. Tá ið vit brúka eitt orð sum “sorgtungur” í sambandi við hav, er lætt at fáa hugasamband við alt, sum vit hava mist á havinum. Serliga, tá ið hugsað verður um árstíðina, ið er ein partur av heitinum.

Hesin mátin at hugsa yrkingarnar er ógvuliga spennandi og torførur. Við hesum skrivihátti gerast myndberingarnar torgreiðar og harvið einki lættar at lesa, men tað skulu yrkingar eftir mínum tykki heldur ikki. Tær skulu geva mótstøðu.