Monday, July 5, 2010

Tvær spildurnýggjar yrkingar hjá Tóroddi Poulsen, sum hann hevur skrivað til listabloggin.


VATNLITIR


tað regnar við bláum
tað regnar við hvítum og grønum
tað regnar við reyðum
tað regnar við brúnum og svørtum
tað regnar við gulum
tað regnar við grønum og bláum
tað regnar við hvítum
tað regnar við gulum og svørtum
tað regnar við brúnum

og her siti eg
og tekni við gráum
allar ælabogans litir




STANDMINNI


hás tekning
upp úr svanahálsinum
lendir sum bræv
ið ikki skal gulna í hesi øldini
men grønkast sum gras
í mínum hálsi
tá eg verði standmynd
av frískari luft