Wednesday, July 28, 2010

Ólavsøkukantatuhugleiðing


Tey orðini sum leitaðu eftir nýggjum landi...

Tað var Rói Patursson, ið skrivaði kendu yrkingina um orðini, sum leitaðu eftir nýggjum landi, sum kanska serliga kórsangarar kenna væl frá framúr góða kórverkinum hjá Bjarna Restorff. Yrkingin Orðini í nú klassiska yrkingasavninum Líkasum kom mær til hugs nú ein dagin vit vóru til ólavsøkukórvenjing í Læraraskúlahøllini.


Ólavsøkudag fer tað stóra ólavsøkukórið undir leiðslu av Ólavi Hátún at syngja undir tinghúsinum eins og kórið plagar á hvørjari Ólavsøku. Av tí, at 80 ár eru liðin síðani tann gamla Ólavsøkukantatan hjá J.Waagstein og E.Mitens varð gjørd, verður hon framførd á Ólavsøku í ár, men ikki man hetta vera fyrsta ferðin, hon verður endurtikin síðan frumframførsluna í 1930. Eg havi ikki tal fyri hvussu nógvar ferðir, hon er framførd, men rættiliga ofta, tí nú vit sita og venja úti í Læraraskúlahøllini, havi eg eina løgna deja vu kenslu, meðan eg komi í tankar um gamlar dagar og deyð fólk. Teir flestu av trúgvu kórsangarunum tykjast serstakliga væl foreintir við, at tað nú er "tann veruliga" Ólavsøkukantatan, ið verður framførd í ár, tí hon er so virðilig og ólavsøkuslig, men progressiv tesk hoyrast eisini frá teimum, ið eru um at kvælast av tí museala í hesi okkara ævigu fagnan og endurtøku av tí, sum gamalt er.

Hugtakið kantata kemur av italska (latínska) orðinum cantare (at syngja) og verður í orðabókini lýst sum eitt kórverk við solorøddum og orkesturfylgispæli. Søguliga hevur kantatan sum tónleikaslag verið til síðan 17.øld í Italia, tá kantaturnar vóru bæði verðsligar og kirkjuligar. Um tú googlar orðið á internetinum, er Johann Sebastian Bach ein greiður frontfigurur innan hetta tónleikaslagið við sínum mongu, kendu kirkjukantatum, men seinni eru fleiri dømi um kantatur, ið eru gjørdar til at fagna eitt nú verðsligum bygningum og gleðiligum hendingum sum heild.


Fleiri nýggjar áhugaverdar ólavsøkukantatur fylgdu í kjalarvørrinum á túsundárahaldinum, tá Kórsamband Føroya skipaði fyri kapping um at gera eina nýggja ólavsøkukantatu og fyri 100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommuni gjørdi Sunleif Rasmussen framúrskarandi ólavsøkukantatuna 2009, sum undir miklum ramasjangi varð frumframførd við solistum, kóri, kvøðarum Ólavsøkudag í fjør. Á heimasíðu Tórshavnar Kommunu lýsti Sunleif kantatuna á henda hátt: - Ætlanin er at samnantvinna fortíð og nútíð í eina tónleikaframførslu, ið fevnir um kórsang, kingosang, kvøðing, messingblásarar, solosang, elgittar, percussion og elektrontónleik. Kór, solosangarar, elgittar, percussion og dirigentur standa á vøllinum. Kvæðabólkur dansar í Gamla Kommunuskúlagarði og kingobólkurin úr Tjørnuvík syngur millum Apotekið og Bókahandilin. Tveir trombonleikarar standa á takinum á gamla Apotekinum, tvær trompetir blása úr báðum vindeygunum á Tinghúsloftinum og tvey horn úr vindeygunum á Býráðsloftinum. Samstundis streymar elektroniskur tónleikur úr seks sourroundhátalarum runt alt økið á Vaglinum - Onkrar broytingar vóru helst gjørdar, m.a. stóð elgittarspælarin uppi í tinghúsinum og tað bæði riggaði og ljóðaði stak væl. Tekstirnar høvdu ávíkavist Sólrun Michelsen, Carl Jóhan Jensen og Oddfríður M.Rasmussen skrivað:

Kantatusálmur

sólin rísur roðin litar
fjallalíð og hjartað hitar
sum í kulda ringdi seg
víkið burtur syndadreymar
flótið inn tit gleðisstreymar
harrin sendir á mín veg


fylgjast báðar sorgin gleðin
eingin kennir tíman vegin
hvør og ein má knossa sítt
fekk eg bjálka tungan sendan
harrin bar tó tyngra endan
varnaðist tað hjarta mítt

einki kann eg lata aftur
takki bara hjartans lættur
fyri ljós har myrkrið lá
um tú tørv og trongd mær linnar
signar tann mítt hjarta ynnar
hvat kann meir eg tráa tá


tíðin máar ungdómsstyrki
valdið stórt og vísdómsyrki
sama veg sum blóman fer
men tí fyri synd tín deyði
skuldargoymslu oydna legði
ævinleikin fyri er


Sólrún Michelsen




Føroya Kvæði

Öldirnar liðu um oyðin lond
-alvaldið sat í ráðagerðum-
løgdu grundir í klakabond
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Jörðin skapast dag frá degi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvør minsta ögn í hvørjum vegi
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Kyknaðu oyggjar undan jøklum
-alvaldið sat í ráðagerðum-
lívið kreyp í sálleysum krøklum
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Við hondum so smátt og við eldi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
kom samvit loksins til skil og veldir
-hvat ið so stendst av mannaávum-


stríddist tjóð undir stjörnufjöld
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við haka, við snøri hálvtólvta öld
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Veður sær ráddu og maktin við
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við fátækt og trúgv bant fólkið frið
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Onnur kom tíð við skipum og troli
-alvaldið sat í ráðagerðum-
vælferð, sum samdist illa við tolið
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Um høg eru keyp, sama er veldið
-alvaldið sat í ráðagerðum-
maktin røkkur frá toski til teldu
-hvat ið so stendst av mannaávum-


So land, tú alskjarra, randhvíta flagd
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvar er tín framtíð, hvar er tín frægd?
-hvat ið so stendst av mannaávum-


(Carl Jóhan Jensen)


Reystur var andin
sum logan birti.
Kveiktur varð sangur
sum mælið styrkti.

Reystur var andin
sum bergið herdi.
Hvassur var pennur
sum málið telgdi.


Reystur var andin
sum streymin beindi.
Læstur varð ringur
sum brýndi landið.


Reystur er andin
sum byggir tjóð.
Hugur sum førkar
og skapar samljóð.


(Ein av trimum yrkingum hjá Oddfríði Marna Rasmussen)

Meðan tónleikurin og heildarupplivingin av kantatuni hjá Sunleifi Rasmussen tóktist rættiliga modernað ella postmodernað í tilvitaðu samanrenningini millum tað gamla og tað nýggja, kendust tekstirnir meira hevdbundnir og hátíðarliga hetjuligir við rimmarføstum stevi, allahanda rími og náttúrumyndum. Men hóast orðini kundu tykjast gamaldags, var talan hóast alt um samtíðarlist við nýggjum tekstum og tónum, sum varð borðreidd fyri tjóðini á Ólavsøku í fjør og sjálvt um vit sjálvandi ikki kunnu vænta okkum nýggjar kantatur á hvørjum ári, hevur tað stóran týdning fyri áhaldandi menningina av okkara listahugsjónum og av mentanini sum heild, at vit tora at satsa uppá samtíðarlistina. Tí er vónin, at ólavsøkukórið næsta ár, umframt føstu skránna við kvøðuni hjá Pól F til Tórshavn umframt tjóðsangin, fer at framføra nýggjar sangir afturvið nýggjari orðum og ongantíð betur um orðini verða spildurnýggj og ikki áður søgd ella sungin, men inntil tá havi eg eitt sindur tilvildarliga á hyllini aftan fyri meg funnið fram nakrar yrkingar, sum kundu roynst góðir ólavsøkusangir:




stóð tú á vaglinum


og bíðaði eftir


eini fløsku kalt leygarkvøld






stóð tú í frosti


og hugdi eftir kavaflykrunum ið


komu niður av


himni eins og fleiri


túsund fallskíggjahermenn






stóð tú og gløddi yvir at standmyndini


av effersøe sum í mong


harrans ár hevur staðið


og gløtt eftir bókahandlinum


sum gamal drongur eftir kvinnulørum






og stóð tú sjálvur


á vaglinum stívfrystur


sum ein gløandi


standmynd



(Tóroddur Poulsen: Botnfall)






Meg droymdi ein dreym
um ein annan dreym.
Onkur drap seg upp úr lívinum.
Sang
at nú var alt av og á.
Enn eitt orð brast inni í mær.
Eg eri altíð á veg heim
tá tú tyggir mínar ballónir Harri.

(Tóroddur Poulsen:Villvísi)





Eg eri ein føroyskur nasjonalistur.


Undir fótunum túsund ára bonska heimlandið,


millum fingrarnar pennurin,


í munnklovanum ein sigarett og ein skón av tugdum orðum,


og eg havi ongar ætlanir um at stinga í sekkin.



Eg eri ein føroyskur nasjonalistur,


og tað sum pínir,


er at føroyingar sjálvir tola ikki gronina á sínum


frælsu landsmonnum.


Vit stórtrívast sum ein landafrøðilig bagatell.


Okkum dámar at halda veitslu í nassaraklæðum.


vit hava ikki brúsandi blóð í øðrunum.


Vit eru ikki tann serstaka tjóð, sum Pól F. yrkti um.


Eitt gosfjall býr í hvørjum føroyingi.


Tað dukar í dreyminum,


men tað brýtur ikki út í sang ella út í máttmikla klagu.


Tað slær bakk.


Okkara undirskrift er vindur og ein skón av lorti.



Eg eri ein føroyskur nasjonalistur,


og mær dámar ikki, at okkara land meir og meir fær


dámin av nipsi.


Eg vil heldur hava samanbrest


enn uttanumtos,


eri altíð á varðhaldi, tá orðini vaksa ov langt burtur


úr hondunum.


Lívið kennir heldur onga ávísa meining,


lívið veit bara um styttri og longri fyribilsloysnir.


Kortini dámar mær ikki, at vit enda sum sýnislutir uppi á


hillini, har kvæðakempurnar, tjóðarhetjurnar og


aðrir amatørgudar halda til.



Í 53 var eg fyrstu ferð noyddur at stinga í sekkin.


Tekjan á mínum lítla kvisti var úr húð


Ein klokka av kjøti sló trygt við høvdið.


Loyniliga trappan gekk oman í trussurnar hjá mammu.


Men tá eg meir og minni heilskapaður fekk skorað meg


út úr mammuhúsinum,


á Harragud,


tá slapp eg framat tí rundasta og sælasta borðinum í verðini.


Hvørt tjóðveldið Føroyar verður eitt líka deiligt borð,


ber til at droyma um




Eg eri ein føroyskur nasjonalistur;


royni at reka úr sálini hjálanda tvílyndið,


hesa sótt, sum í góðum tíðum kann gera eitt heilt fólk til


politiskar ábyrgdarloysingar


og til gremjandi vesalingar í vána tíðum.


Tey deyðu hava sína klógv í okkara nakka.


Vit elta foyruna, tey gróvu við síni tummilfingranegl,


fylgja teirra lógum,


syngja teirra sangir,


elska og hata tað, sum tey elskaðu og hataðu.


Vit eru stýrd eftir eini kumpass, full av forfedranna


stykni og alski.


Vit hálova Magnus Heinasyni,


men fyrst og fremst, tí danir fingu hann hálshøgdan í 1589.


At onki gull skínur í Føroyum, sum er eldri enn 1813,


er tí forfedrarnir skravaðu sínar kistubotnar


og saman við øðrum tegnum rindaðu danska kríggskuld.


Eg havi flestu neurosurnar, sum finnast


í politisku læknabókunum.


Men hetta merkir ikki, at eg beri nakað ynski um at spreingja


brúna um Stóra Belt í luftina


ella hava skalpin hjá hennara Hátign hangandi á einum


nagla í mínum hjalli.



Eg eri ein føroyskur nasjonalistur,


og tað eru hatskar løtur, tá ein ynskir óeydnu yvir tað


fólkaslagið, sum eyðmýkti og rændi okkum í 1992.


Men tað einasta, sum veruliga kastar nakað av sær


og sum eg innast inni havi álit á,


er hitt dagliga vakra stríðið fyri tilveruni.


Haðani stavar dreymurin um tjóðveldið Føroyar,


og haðani stava míni orð.



(Jóanes Nielsen: Pentur)








tað var ein fagran
nei
tað var tað kortini ikki
veitst tú
veturin
nei heystið
var akkurát komið
ferming og fjallgonga
og súkklurnar stóðu í sínum skúrum
hóast tær væl kundu staðið úti í turrveðrinum
og eingir tjóvar vóru har umleiðir
og nú heystið var komið
ella hvussu
og tað var eitt sindur kalt sært tú
kortini vóru ikki so nógvar súkklur
har í bygdini tá í tíðini
men hyggur tú ígjøgnum meg
sært tú eina aðra bygd
ja
kanska ein bý
og tú hoyrir manskórið syngja lovsangir gjøgnum nøsina
um bjarging tjóðarinnar
so grasið rodnar
og fjøllini fara at sveitta av skomm
og rokaligum rósi
nei tú
gott er at eingin súkklar longur ella stjelur
komið heldur í okkara nýggju kirkju
og eygleiðið altartalvuna:
gerið so væl
her hava tit mítt høvd
segði listamaðurin undir avdúkanini
: men fatið fáa tit ikki
tað skal eg sjálvur hava
at spegla mær í
og vit kneppa jakkarnar
ið kenna sín gamla lit aftur
og vit fara niðaná
meðan vatnið ljóðar
sum um onkur hevur drukkið av tí


(Tóroddur Poulsen: Vatnið ljóðar sum um onkur hevur drukkið av tí)



Mjørki, eg síggi teg koma
mær ímóti -
kínandi mjúkt
holdi mínum.
Eitt sindur syrgin
tú syngur,
men smíl títt ta váta,
er so blítt so blítt!

Hví glógva gyltir steinar
í eygum tínum? 
Hví er hond tín køld? 
Hví er hon grá?
Um hjarta títt er sovnað,
um blóð títt er stirðnað,
sveima tá við mær,
tú rekandi tám.

Tak um meg, tá svalandi.
Kom - saman skulu vit 
fylla náttina - ta svørtu -
til hon aftur tónar
á spentum streingjum
- og rodnar -
tá ið hon tveitir hamin.

(Guðrið Helmsdal: Lýtt lot)


Merkið sveiggjar sexut

í vindinum í morgun
sum ein deilig dulla
oman eftir Varðagøtu.

(Tóroddur Poulsen: Hvat hevði Munch verið uttan dupultkvartettina í Ebenezer)