Tuesday, July 13, 2010

Listabloggur í menning


Nú er ein vika síðani, vit byrjaðu okkara listablogg og eru vit fegnar um, at lutfalsliga nógv vitjandi eru á listablogginum. Vit vóna, at Listin kann mennast og nøkta bara eitt sindur av tí stóra tørvi, sum greidliga er á lista- og mentanarviðgerð her á landi og í hesum sambandi vilja vit fegin heita á øll tykkum listaáhugaðu um endiliga at senda okkum tilfar og uppskot til listinblog@gmail.com Hóast vit halda, at tað er tann føroyska listin ella listin í Føroyum, sum er tann áhugaverdasta, er ætlanin eisini at skoða út um landoddarnar viðhvørt. Her eru fyri fyrst nakrir góðir útlendskir listabloggar.

http://new-art.blogspot.com
http://blog.absolutearts.com/
http://artsbeat.blogs.nytimes.com/
http://blog.art21.org/
http://blog.groundswellcollective.com/
http://theocartblog.typepad.com/

(KP og IS)