Thursday, July 22, 2010

Barbara í Berlin






Barbara í Gongini er fyri stuttum heimkomin úr Berlin har hon við sermerktu klæðum sínum hevur luttikið á Berlin Fashion Week við eini sonevndari show case framsýning í Black Box Theatre í Berlin.
Áhugin var stórur fyri hesi framsýning í Black Box hølinum, ið serliga verður nýtt til tey smáu, listarligu undirgrundarmótamerkini. Vit vísa her nakrar myndir við klæðum og pallseting hjá Barbaru í Berlin, sum Karina Jonson og Jakup Koncir hava tikið. Sum vit síggja er Barbara í Gongini í stóran mun dramatisk, bæði tá hon sniðgevur og tá hon pallsetir. Myndamálið kundu fyri tað stavað úr einum filmi hjá filmslistamonnum sum Bergman ella Dreyer. Barbara sigur sjálv, at tað gekk væl í Berlin og at tey sýndu fram fyri fullum húsum. Hetta er væl klárað fyrstu ferð, tú luttekur í Berlin Fashion Week, tí sambært Barbaru er tað vanliga rættiliga torført at fáa fatur á fólkum í meldrinum á eini tílíkari mótaviku. Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni http://www.barbaraigongini.dk/





(KP)