Thursday, July 1, 2010

ZH06






Zacharias Heinesen hevur verið við at skapað ta føroysku myndina. Hann hevur verið við til at skapað ta mynd, sum við síni sermerktu innliving í landslagið, sínum sermerkta viðkvæmi í litunum og við sínum sermerktu musikalsku strikum er kend og elskað, sum tann føroyska myndin. Men, tann myndin sum vit knýta at Zacharias Heinesen byggir á annað og meiri enn nøkur grundleggjandi formlig felagseyðkenni ella eina breiðu listarliga felagskenslu í føroyskari listasøgu seinastu árini. Hansara mynd er skapað av hansara djúpt persónligu áskoðan um sína tíð, sítt umhvørvi og ikki minst um teir møguleikar, sum tann modernaði málningurin hevur latið upp fyri honum.

Zacharias Heinesen er hugtikin av kubismuni, av konkretismuni og av konstruktivismuni, hann er upptikin av flatanum og hvussu strikurnar standa til hvørja aðra. Hann hevur bond til Cézanne og Picasso – og alt hetta hevur verið við til at gera ta føroysku myndina. Hetta er hansara grundstøði, og í øllum sínum verki hevur hann rannsakað møguleikarnar í hesum grundstøði. Hann hevur rannsakað møguleikarnar at flyta virði úr kubismuni til føroysku málisiðvenjuna, hann hevur granskað í møguleikunum at byggja landslagið á konstruktivan hátt, og at brúka flatapuntarnar úr tí nonfigurativa málninginum í tí føoysku landslagsmyndini. Á ótrúligan hátt hevur tað eyðnast Zacharias Heinesen at samantvinna hesar dygdir úr altjóða modernismuni við føroysku siðvenjuna og tað hevur eyðnast honum at gera tær til ein natúrligan part av tí, sum vit í dag nevna tann føroyska myndin. Hansara innliman av hesum - at síggja til - fremmandu pørtum, tvingar okkum at víðka og kanska endurnýggja okkara áskoðan um ta føroysku myndina.

Tann føroyska myndin er sjálvandi so nógv annað eisini, og tað er í roynd og veru ógjørligt at vísa á felagseyðkenni fyri føroysku myndina. Einfalt, men ikki heilt skeivt, ber til at siga, at tann føroyska myndin byggir á ta landlagssiðvenju, sum Mikines og Jack Kampmann løgdu lunnar undir og sum er ment av higartil størsta ættarliðnum av listamálarum – teimum sonevndu landslagsekspressionistunum. Vanliga fatanin av tí føroysku myndini er, at landslagið er útgangsstøðið hjá listamálaranum, listin sprettir úr sinnisstandinum, teimum kenslum og tankum, sum landslagið setur listamálaran í. So tá Zacharias Heinesen heldur byrjar við teimum formligu eginleikunum úr tí modernaða flatamálninginum brúkar hann øvugtu raðfylgjuna. Motivið missir brádliga sín týdning og landslagið gert at kalla ein umbering fyri at sleppa at mála, heldur enn drívmegin í málninginum. Zacharis Heinesen brúkar landslagið, sum hevur nøkur av teimum virðum og eginleikum, sum hann gevur sínum verkum, men landslagið er kanska líkamikið, kanska kundi hann eins væl málað okkurt heilt annað, sum hann eisini javnan hevur gjørt og ger. Men hóast motivið kanska er sakleyst fyri Zacharis Heinesen og sjálvt landslagið ikki hevur avgerandi týdning fyri hann, so er kortini einki líkamikið í hansara list, og landslagið er avgjørt heldur ikki líkamikið.Tað er í hansara arbeiði við landslagnum, at Zacharias Heinesen hevur verið við at skapað ta føroysku myndina. Tað er gjøgnum landslagið, at hann hevur samband við føroysku málisiðvenjuna, og gjøgnum landslagið, at hann hevur hevur latið dyr upp, sum hava ment føroyska list.

Umframt at hava verið við til at skapað ta føroysku myndina og áhaldandi at ført nýggj litbrigdi og nýggja góðsku í myndina, hevur Zacharias Heinesen megnað at skapað eina mynd, sum sameinir hansara persónligu tráan eftir øllum møguleikunum í tí moderanaða málninginum við eina kensluborna og klóka fata av síni tíð og sínum umhvørvi. Nú verður Zacharias sjeyti, og vit hava møguleikan at síggja list hansara í øllum sínum margfeldni. Okkum er unt at njóta lívsverkið hjá einum stórum listamanni, og vit kunnu staðfesta tann týdning, sum hansara lívslist hevur havt. Tí hesa framsýningina og hesa bókina, sum sigur søguna um lívslanga arbeiðið við landslagnum og sum eisini hevur pláss til søguna um tey framúr góðu evni, sum listamaðurin hevur á eini súkklu. ZH 06 er ein roynd at seta eina framsýning saman og gera eina bók, sum vísir okkum fleiri síður av hansara list, og sum víðkar okkara fatan av hansara list. Hetta er ein roynd at vísa á nøkur grundleggjandi eyðkenni í verkum hansara, men eisini at vísa ta menning, sum list hansara hevur verið ígjøgnum. Og so er hetta eisini ein roynd at fáa innlit í tað lívs- og listasýn, sum er grundstøðið undir arbeiði hansara. Men fyrst og fremst er ZH 06 heiðran av Zachariasi Heinesen, har vit takka honum fyri tað, sum hann hevur givið tí føroysku myndini og møguleikan, sum vit onnur hava fingið at víðka okkara fatan av sjálvum lívinum og listini.

Men sjálvt um ZH 06 er ein tøkk til Zacharias, so eru fleiri, sum eiga tøkk. Tað eru tey, sum hava stuðlað hesi bók og framsýningini. Eg vil takka Faroe Law og Mentamálaráðnum fyri teirra holla stuðul. Eg vil eisini takka Gunnari Hoydal, Kinnu Poulsen og Bárði Jákupsson, sum hava skrivað greinarnar, og sum við sínum hegnisligu, kenslubornu og tankavekjandi hugleiðingum um listina hjá Zacharias, hava gjørt bókina til tað, sum ynskið var. Bent Irve hevur yrkt eina føðingardagsheilsu til listamannin. Og loksins skal eg takka teimun á Tórshavnar Skipasmiðju, sum so tolin og skynsom hava skilt listina og løgnu framferð listafólksins og sum eru sjálv orsøkin til, at vit á henda hátt kunnu heiðra Zacharias Heinesen.

(IS)