Friday, June 20, 2014

Listin takkar fyri seg


Í fýra ár hava vit hvønn dag havt innlegg um list og mentan. Tað er liðugt frá í morgin. Vit hava avgjørt at brúka summarið til at umhugsa listabloggin, og hetta er sostatt síðsta innlegg fyri hesa ferð. Møguliga venda vit aftur onkursvegna, alt stendur opið.

2337 innlegg og ein hálv millión av vitjandi bleiv tað til hesi fýra árini. Tað hevur verið ómetaliga stuttligt og avbjóðandi og vit eru ófatiliga stoltar av tí, sum vit hava fingið frá hondini. Vit føla, at vit hava víst, at tað kann lata seg gera at framleiða týdningarmikið mentanartilfar at kalla uttan pengar. Vit føla, at vit hava havt ein týdningarmiklan leiklut í mentanarlívinum.

Tá vit fyri fýra árum síðani avgjørdu at gera bloggin, varð hetta avgjørt í einari stuttari telefonsamrøðu. Tað tók heldur ikki meira enn 10 minuttir í telefon at avgera, at vit skulu lata bloggin í sínum núverandi skapi vera fortíð. Tí endurnýggjan hevur stóran týdning fyri okkum og aftan á fýra ár halda vit, at vit hava havt kvinnuvikur og listaverkfall, talleys ummæli, prik til politikarar, herðindi av forargilsi um heildarstøðið á mentanarlívinum, hugtikin útbrot um listina og yvirhøvur alt, mann kann ímynda sær - vit hava bara ikki havt nakra teinkipausu.

Vit eru spentar uppá hvat teinkipausan fer at føra við sær og hvat vit fara at finna uppá. Vit byrja hana við at fáa okkum ein bita og skála fyri blogginum, okkum sjálvum, listafólkunum og okkara kæra útgevara, John Dalsgarð, umframt tykkum kæru lesarum, sjálvandi.

Túsund takk, góðu tit øll fyri hesa fýra árini.

Blíðar heilsanir

Kinna og Inger


Thursday, June 19, 2014

Yrkjarasalong í Føroyahúsinum


Felagið Assununu og Føroyahúsið skipa fyri yrkjarasalong í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í kvøld frá 20 -22.

Skrá:

Muniam Alfaker leggur fyri
Møtið yrkjarum
Eva Botofte, Gordon Walmsley, Abdul Kader Albasri, Sasa Markovic, Aleksandar Sajin, Sissal Kampmann og Isidora Cale.
Tónleikur verður eisini at hoyra.
Konferencier: Birgir Thor Møller
Øll eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis.







Havsins gerandisgudinnur


Í prentinum frá 1985 kundi tað sæð út sum um, at listamaðurin Janus Kamban er eitt sindur framman fyri sína tíð. Tað er ikki fyrr enn seinastu árini, at havsvimjingin ordiliga hevur tikið dik á seg og konur í vaksandi tali eru farnar at leypa á sjógv. Myndin verður við á Ólavsøkuframsýningini í ár.





(KP)

Wednesday, June 18, 2014

Kunstkritikerprisen 2013



Claus Carstensen og Christian Vind fáa donsku ummælaraheiðurslønina fyri teirra djørvu og visuelt áhugaverdu kuratering av framsýningini café Dolly á J.P.Willumsens savninum, sum markeraði 150 árið fyri føðing Willumsens. Heiðurslønin verður latin 30.juni klokkan 16 av mentamálaráðharranum Marianne Jelved í stóra fundarsalinum í mentamálaráðnum, Nybrogade 2, og øll áhugað eru vælkomin. Tað er aica (Association Nationale des Critiques d'Art) sum letur heiðurslønina, Lisbeth Bonde er forkvinna. Vit ynskja teimum báðum, Claus Carstensen og Christian Vind hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum.

Monday, June 16, 2014

Jørgen er eingin Estrup, Dia er eingin Hørup...

Eftir at hava tugt meg í gjøgnum tær 25 síðurnar í stevningini, sum Christian F.Andreasen advokatur hevur stykkjað saman um tollmálið, siti eg og hugsi um Jacob Brønnum Scavenius Estrup, sum var danskur ríkisráðharri í eitt rekorddrúgt tíðarskeið seint í 19.øld. Hann sat á maktini í nítjan ár og stríddist sum úlvur á skóg við pressuna, sum við tað, at hon varð sensurerað hetta tíðarskeiðið mátti bera seg rættiliga kreativt fyri at orða sínar atfinningar móti antiparlamentariska stýriháttinum hjá Estrup. Hann var hinvegin fult upptikin av at stevna ymiskar miðlar, sum høvdu orðað seg kritiskt móti hansara stýri. T.d. stevndi hann ritstjóran í Svendborg Avis, sum hevði dittað sær at sett eitt lesarabræv í blaðið, har ein bóndi (Hr. Bondegaard) spurdi um hann kundir loyva sær at kalla sín hund fyri Estrup, sjálvt um avvarðandi hundur altso í roynd og veru ikki var nakar svínhundur. Blaðstjórin í Politiken Viggo Hørup brúkti stevningina í sínum berømta leiðara frá 11.august 1886, har hann letur sum um, at hann ógvast um svínhundaeyknevnið, men har hann samstundis fær sett orðini "svínhundur" og "Estrup" saman so nógvar ferðir, at eingin lesari ivast í hvat greinahøvundurin í veruleikanum heldur forsætisráðharran vera. - Ja eg veit. Jørgen er eingin Estrup, Dia er eingin Hørup og støðan er sjálvsagt ein heilt heilt onnur í 2014. Allíkavæl kenni eg meg heldur ørkymlaða av varhuganum av enn einaferð at vera stødd á glatanarkós í einum týdningarmiklum samfelagsmáli. Tað man neyvan kennast serliga hugaligt hjá teimum í Kringvarpinum, at verða stevnd fyri at gera sítt arbeiði. Advokaturin er sera neyvur og av øllum hansara neyvleika fáa vit frænir av eini sera aktivari tíðindadeild, sum hvørki letur seg møða ella hótta av umboðum fyri ein av maktríkastu persónunum í Føroyum. - Her á listablogginum plaga vit ikki at blanda okkum uppí samfelagsviðurskifti sum so, men eg haldi, at talu- og skrivifrælsið er so mikið grundleggjandi og so týdningarmikil partur av okkara mentan, at tá varhugin av, at tað hetta sama talufrælsið verður hótt, bara anir eitt lítið sindur, so má mann loyva sær at skriva nakrar reglur um tað (og samstundis kryssa fingrar fyri, at mann ikki sjálv verður stevnd - uha). Talufrælsið er sum kunnugt rætturin til frítt at kunna siga og skriva sína meining uttan góðkenning frá nøkrum og talufrælsið verður mett at verða ein av grundsúlunum í fólkaræðinum. Talufrælsið hevur serliga stóran týdning fyri minnilutabólkar og fyri tey, sum á onkran hátt tala maktini ímóti. Talufrælsið hoyrir til tey grundleggjandi borgarligu rættindini, sum geva borgaranum rætt til at leggja fram ymisk sjónarmið og samfelagsviðurskifti og kjakast um hesi viðurskifti uttan at risikera revsiákæru, óansæð um hesi viðurskifti kunnu tyngja onkran. Í okkara parti av heiminum hava vit talufrælsi, tað er sum kunnug sjálvt fundamentið undir frælsu pressuni og hetta talufrælsið hava miðlar sum Dimmalætting og Kringvarp Føroya brúkt og strekt, ikki minst tíðarskeiðið undir núverandi samgongu. Eg skilji væl, at onkrir samgongulimir ynskja tíðindadeildina hjá Kringvarpinum langt burtur har sum piparið grør, ikki minst, tá hugsað verður um Tollmálið og teir tvøru journalistarnar, sum í einari TV2-kendari sending við ljóðeffektum, suspense og tjubang prógvaðu, at sjálvur fíggjarmálaráðharrin hevur logið fyri Føroya fólki. Men, sum vit øll vita av, so varð hann ikki dømdur fyri tollsvikið á sinni og harumframt er málið aggamalt og tí hugsi eg, at fíggjarmálaráðharrin við sínum neyvu consiglieri væl kann enda omaná, tá av tornar. So hevur hann vunnið. Spurningurin er bara um hann hevur tað og hvussu er við talufrælsinum. Eg eri væl greið yvir, at talufrælsið ikki er tað sama sum rætturin til frítt at fremja injuriir ella at forfylgja ávísum persónum, men heilt erligt, so mugu ávísir persónar skikka sær ordiligt um teir ætla sær í ein landsstýrissess og detta gamlar beinagrindir úr skápinum, tá pressan fer at kanna, ja so skuldi mann trúð, at tíðin er komin at leggja frá sær.


(KP)

Lysets skrift og mørkets tale


Hetta ummælið stóð at lesa í Kristeligt Dagblad í vikuskiftinum. Skrivað hevur Mai Misfeldt, sum hevur lovað listablogginum at læna greinina.

Det færøske grafiske værksted Steinprent præsenterer fornemme bøger af Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen.

Ved den maleriske havn i Tórshavn, på Færøerne, har det det grafiske værksted Steinprent til huse. En lille perle, som mange færørejsende vil have bemærket, når de har ladet vejen gå forbi de altid åbne døre, enten for at se en af de skiftende udstillingerne i underetagen, eller for at snuse værkstedsluft og købe tryk på 1. sal. Værkstedet ejes af litograf Jan Andersson og grafiker Fríða Matras Brekku. Omkring 100 kunstnere har gennem tiden arbejdet på værkstedet, primært danske og færøske og heriblandt maleren Claus Carstensen.

Adspurgt om, hvad det har betydet for ham, at arbejde på Steinprent, svarer Claus Carstensen: ”Jeg var første gang på Færøerne for at arbejde på Steinprent i 2002 og har så siden arbejdet på værkstedet en eller to gange om året. I 2002 var jeg lige stoppet som professor på kunstakademiet og skulle egentlig blot have lavet et enkelt tryk, men lavede så i et sandt arbejdsraseri 27 tryk på 10 dage (serien ”Klaksvikaffærer” red.). Det hang nok sammen med en form for overtryk, som havde dæmmet sig op under de ni års undervisning på akademiet, og som nu skulle ud. Men det handlede også om, at Færøerne var et helt nyt terræn for mig. Selv om jeg ikke er landskabsmaler, så reagerer jeg meget umiddelbart på de steder eller landskaber, jeg bevæger mig i. (…) Jeg har altid haft en enorm respekt for ikke at spilde andre folks tid. Litografiet er et omstændeligt medie og det er lidt pinligt, hvis ikke trykket sidder der første gang. Men på Steinprent følte jeg, at jeg havde en frihed i forhold til denne pinlighed. Jan Andersson har altid været åben over for modaliteterne i situationen, åben over for, hvad der kan lade sig gøre rent trykketeknisk i modsætning til, hvad man "kan eller plejer at gøre".

Den aktuelle grund til at skrive om, hvad man kan på Steinprent – og på det lokale trykkeri, Føroyaprent – er, at de netop har udgivet to meget smukke og i enhver bibliofil forstand lækre bøger. En sort og en hvid begge med tekst af Søren Ulrik Thomsen og med grafiske arbejder af Claus Carstensen. Omslaget er originalgrafisk, der er trykt på tykt, blødt bøttepapir, hvis fibre er optimale til det grafiske tryk, og Claus Carstensen har selv stået for det skarpe layout med rød skrift på hhv. sort og hvid baggrund. 

Den sorte bog hedder ”Lille dæmonologi” og indeholder to essays af Søren Ulrik Thomsen. ”Der er kun én” er en skarp analyse og medrivende indføring i W. Friedkins grænseoverskridende gyser ”Eksorcisten” fra 1973. ”Derfor tror jeg på djævelen” er Søren Ulrik Thomsens refleksioner over den umotiverede ondskab, hvis tilsynekomst og kraft for ham er bevis for, at djævelen i en eller anden forstand findes. Den hvide bog; ”Dét hvorom man hverken kan tale eller tie”, er mindre og på alle måder en mere fredsommelig tekst om kunstens betydning. Ligesom de to essays i ”Lille dæmonologi” har dette essay også været trykt før. Man kan synes, der er lidt ærgerligt, i og med at man altid gerne vil læse nyt fra Thomsen, og i og med at det havde været interessant at se ham gå rigtigt i dialog med Claus Carstensen. Når det er sagt, er der kommet to meget vellykkede bogværker ud af det. Med Carstensens ord passede ”de mørke og dystre motiver jo perfekt ind i den tekstlige sammenhæng- de kredser omkring den kendsgerning, at vi fødes nøgne og dør transparente. Alt herimellem er social, magtmæssig og eksistentiel opstigning og fald.” De grafiske værker er heliografier (oversat til dansk solskrift). De er blevet til ved, at Carstensen har arbejdet med blyant og tusch på transparente folier, som derefter er blevet overført til lysfølsomme offsetplader og udsat for kraftigt UV lys. Der er trykt to gange oven på hinanden (hvilket kræver uhyre præcision), med forskelligt belyste plader, sådan at der er fremkommet en let blåsort bund grafik og der over et lag af en næsten mættet sort. 


Grunden til, at Jan Andersson og Claus Carstensen valgte at arbejde med heliografi i stedet for stenen, litografiet, som er Anderssons speciale, var det store oplag, der skulle trykkes i. Men, som Claus Carstensen forklarer, så gav det også god mening: ” Teknikken er jo meget oplagt, når nu Søren Ulriks tekster handler om lysets kamp med mørket - men den passede mig rigtigt godt, da alle folierne er lavet på et arbejdsophold på refugiet San Cataldo ved Amalfi i foråret 2012. Teknikken giver nemlig også mulighed for at lægge flere lag af folier oven på hinanden som en slags collage. Og så er det en ret hurtig og uhøjtidelig teknik, idet man blot smider de kiksede tegninger ud - uden at man som i den litografiske proces skal til at slibe stenen ned endnu engang. ”


Som Suzanne Brøgger engang har sagt om Søren Ulrik Thomsen, så er han ”from og fræk, i den nutidige, utidige betydning”. Claus Carstensens værker illustrerer ikke Thomsens tekster, men fremstår derimod som et parallelt værk, som alligevel ved sin pågåenhed, sin fremogtilbagebølgende byggen og op riven ned, sin forening af noget meget kraftfuldt med noget sine steder næsten meditativt, går i dialog med teksten. At fordybe sig i dem kan minde om at ligge og kigge på en trævæg, hvorpå der hele tiden åbner sig nye mønstre eller sprækker. Her dukker et ansigt op, men så lukker det sig, et overstreget skæg, er det Hitler? Her er figurer som et skyggespil, og her lukker billedet af for dit syn med visuel pigtråd. Som det også siges, kan djævlen ligge i detaljen.

Hvis man vil se mere fra Steinprent kan man fra den 8. maj besøge udstillingen ”Billedord-Ordbilled” på Nordatlantens Brygge i Kbh, hvor der ud over arbejder af ovennævnte, bl.a. bydes på grafik og ord af Knud Odde, Vibeke Mencke Nielsen, Bjarne Werner Sørensen og Tóroddur Poulsen. ”Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie” og ”Lille dæmonologi” sælges samlet for en introduktionspris på 900, kr. pr. sæt. Bøgerne kan bestilles pr. telefon eller mail hos http://www.steinprent.com 










(KP)

Sunday, June 15, 2014

Svenskur kórsangur

Sum eitt øvugt sólsetur uttan sól





Tað er eitt lív eftir føðingina
og í gjárkvøldið ein himmal sum eg ikki minnist meg hava sæð leingi
við skýggjum tungum av regni og eini tigandi skýming
undir eini blendandi eg-nokti-at-doyggja strípu í sjónarringinum
sum eitt øvugt sólsetur uttan sól





Yrking: Claus Carstensen s.24 í digte (samling) d.t. 1999. Týðing:KP
Mynd: Hansina Iversen uttan heiti frá 2013









(KP)

Saturday, June 14, 2014

Nýhugsandi Bjørk


MoMA boðaði frá í vikuni, at tey hava tikið Biophilia appina hjá íslendsku sangarinnuni og listakvinnuni Bjørk upp í savnið, hetta er eftir øllum at døma fyrsta app, ið verður partur av MoMA savninum. Appin er eitt uppískoyti og eitt miðlingaramboð, sum er ítøkiligt dømi um eina radikala broyting av listamiðlingini, sum kanska er neyðug í einum heimi, sum ikki í serliga stóran mun satsar uppá mentanarjournalistikk. Við at útgeva eina app í sambandi við eina tónleikaútgávu, hava avvarðandi listafólk hópin av møguleikum fyri sjálvi at seta fingramerki á hvussu teirra tónleikur t.d. skal miðlast til áhoyraran. Bjørk hevur ongantíð verið bangin fyri at hugsa nýtt, fyri hana er tað at eksperimentera grundleggjandi i listini. Hon syngur við á øllum átta løgum á nýggju útgávuni hjá amerikanska bólkinum, Death Grips, Niggas on the moon. Tónleikastílurin fevnir um rapptónleik, hip hop og sonevnt industrial við eini rúgvu av endurtøkum - tónastrofurnar eru brotnar av á ein hátt, sum leggur dent á, at hetta er digitalt. Tað er  eitt sindur møðsamt við endaleysu uppafturtøkunum av digitalum óljóði, men tað er eisini áhugavert, minnir í støðum um jazz & poetry og Frank Zappa, tónleikurin er ógvuliga inspirerandi at lurta eftir og tað er ókeypis, lurtið her:  

http://thirdworlds.net/

http://www.theguardian.com/music/musicblog/2011/jul/20/bjork-biophilia-app

http://www.spin.com/articles/bjork-biophilia-app-moma-museum/?utm_source=spinfacebook&utm_medium=social&utm_campaign=spinfacebook

http://www.dv.is/menning/2014/6/9/bjork-syngur-niggas-moon/












(KP)



Friday, June 13, 2014

Mentan í juni


Í Mentan hesuferð er áhugaverd samrøða við Dennis Agerblad, sum hevur gjørt um seg á øllum møguligum pallum.Føroyingar elska country - siga mong. Birgir Kruse skrivar um country-oyggjarnar. Vár í Ólavsstovu skrivar um, hví bókmentir hava týdning, sum lærugrein í skúlunum. Bókavørðar viðmæla, hvørjar bøkur kunnu lesast í summar, og úr Klaksvík er eitt ummæli av hallarkabarettini Luktur í smakkinum. Nýggi formaðurin í Rithøvundafelag Føroya svarar spurningum um støðuna hjá føroyskum bókmentum og um hansara framtíðarvisjónir. Katrin Petersen skrivar um, at mentan kanska ikki er nakað at flyta eftir og Kinna Poulsen um markleyslist í markleysum heimi. Á barnamentanarsíðunum verða tvær feskar barnabøkur viðgjørdar. Plakatina hesuferð hevur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur gjørt.

Thursday, June 12, 2014

Ólavsøkuframsýningin 2014


Ólavsøkuaftan klokkan 15 letur tann ordiliga Ólavsøkuframsýningin, tann í Listasavninum upp og tað er um at halda seg framat, tí upplatingin verður festlig. Seinastu árini hava vit ásannað, at føroyska undirgrundin kanska ikki er so full av olju, sum hildið varð einaferð, men hon er ikki tóm fyri tað. Møguliga livir listarliga undirgrundin betri í Føroyum í løtuni enn hon hevur gjørt leingi. Hon nørist eftir øllum at døma av kjakinum og av áhaldandi ónøgdini millum fólk, antin tað snýr seg um ymsar politiskar avgerðir ella um arbeiðið hjá fjølmiðlunum. Sigast má, at samfelagskjakið er í  hæddini og fáar tjóðir eru so óførar á facebook sum okkara. Vónandi fara verk á Ólavsøkuframsýningini eisini at elva til kjak, m.a. verkini, sum eru inspirerað av sangheitum hjá bólkinum 200 á fløguni Vendetta. Aftur í ár er talan um eina um somu tíð kurateraða og sensureraða framsýning, sum fevnir breitt um fleiri ymisk listasløg og crossover verkætlanir. Pláss er tó eisini til meira siðbundin innsløg t.d. eitt úrval av undurvøkrum grafiskum prentum hjá vegaranum, Janusi Kamban sála, sum testamenteraði hús síni í Havn til at vera virkandi listafólkabústaður. Hetta arbeiðið er loksins at enda komið, og møguligar inntøkur fyri áðurnevndu prentmyndir og skitsur fara til endaligu umvælingarnar av húsinum og tað merkir jú, at samtíðarlistafólk fara at njóta væl av hesum. Tað er enn sum áður Listafelag Føroya, ið skipar fyri Ólavsøkuframsýningini, og aftur í ár er Kinna Poulsen kurator. Øll eru hjartaliga vælkomin at senda inn fotomyndir av verkuppskotum til Ólavsøkuframsýningina 2014 saman við heitum, tøkni, stødd og evt. prísi. Framsýningin tekur evnisligt støði í sjálvari ólavsøkuni, sum fyri summi er meira ball enn tjóðarhátíð, meðan onnur ganga serstakliga høgt uppí tjóðskaparligt correctness, um eitt nú tjóðarbúnin verður viðfarin á rættan  hátt. Millum luttakararnar á Ólavsøkuframsýningini verða Bárður Jákupsson, Sámal Blak, Randi Samsonsen, Tóroddur Poulsen, 200, Sakaris Stórá, Hanni Bjartalíð, Fríða Matras Brekku, Bárður Oskarsson, Sissal Kampmann, Claus Carstensen, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Janus Kamban umframt mong onnurÓlavsøkuframsýningin letur upp í Listasavni Føroya ólavsøkuaftan, 28.juli klokkan 15.00.



(KP)